KÍ-venjarin hevur ongantíð hitt nýggja álopsessið

Fótbóltur: Men Tony Paris ætlar sær at brúka Jan Allan Müller, sum í dag kemur til Klaksvíkar, móti GÍ, ið framvegis spælir fyri at vinna FM

Eingin ivi er um, at mest spennandi uppgerðin í vikuskiftinum verður í Klaksvík, har gøtumenn við fylgi møta upp í morgin.

Tað eru ofta nógvir áskoðarar í Klaksvík, og í morgi verður talið uppaftur størri. Klaksvíkingar, sum búgva aðrastaðni leggja ofta leiðuna norður í heimstaðin, tá tað gongur væl hjá KÍ, og tað ger tað nú.

Fótbóltspotturin í Klaksvík hevur kókað yvir, nú teir vunnu í Gundadali, Kurt fór av landinum, og tað hoyrdist, at Jan Allan Müller skal spæla við KÍ. Svend Jacobsen, formaður í KÍ, segði á middegi í gjár, at teir skuldu seinnapartin skriva undir avtaluna við Svendborg, sum við Jan Allan á liðnum tapti 2-1 í 1. deild hóskvøldið.


Hava ikki hittst

Tony Paris, venjari hjá KÍ, hevur ongantíð hitt Jan Allan Müller, sum kemur til Klaksvíkar seinnapartin í dag, men hann ætlar at hava hann á liðnum í morgin.

? Eg hevði ongantíð hoyrt nanvið grett, tá eg mánadagin fekk at vita, at felagið arbeiddi við at fáa hann til Føroya. Men eg skilji, at hann hevur nógvar royndir, hevur skorað nógv mál og er í góðari venjing, so tað verður ein kærkomin styrkur.

? Vit hava havt aðrar møguleikar til álopið, men eg veit, at øll skilja, at tá vit hvørt vikuskfti spæla fyri at verja oddasessin og harvið møguleikan at vinna greipuna, so er tað sera týdningarmikið at hava besta liðið hvørja ferð, og um Jan Allan kann styrkja um liðið, so brúka vit hann sjálvandi, og eg vóni, at hetta verður góður íblástur fyri okkum allar.

Spælararnir hjá KÍ hava í vikuni valt nýggjan liðformann fyri Kurt Mørkøre, og tað var breið semja um, at miðvallarin Jan Joensen skal vera fremstur.

John Ryan hevur fingið viðgerð í vikuni, og teir vóna, at hann verður tøkur í morgin.


Gøtumenn

spæla fyri FM

Johan Nielsen, venjari hjá GÍ, hevur bæði beinini á jørðini, men hann ásannar, at um tað lagar seg væl hjá hansara monnum, so hava teir framvegis møguleikan at vinna FM. Umframt at spæla í Klaksvík skulu teir spæla moti hinum oddaliðnum, B36, á heimavølli.

? Vit hava ikki so nógv fólk, sum hini oddaliðini hava, men vit gera okkara besta hvørja ferð, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur, sigur venjarin, sum hesaferð hevur Sunvard Joensen aftur í málinum.

Eingin gøtumaður er leikbannaður og eingin er skaddur. Tá GÍ og KÍ hittust í Sarpigerði var GÍ greitt omaná í 2. hálvleiki, og teir høvdu øll stigini eftir í Gøtu.

Hvat heldur tú um, at klaksvíkingar hava keypt Jan Allan?

? Teir hava brúk einasta møguleikan, sum er í reglunum fyri at fáa styrk aðra staðni frá so seint á árinum. Eg vóni, at reglarnar verða broyttir, soleiðis at tað í framtíðini fer at bera til at fáa spælarar úr útlandinum alt árið og at skifta millum føroysk uttan 30 daga freistina, sum nú er galdandi, sigur Johan Nielsen.