Í tíðindunum í útvarpinum hjá Kringvarpinum í kvøld, boðaði Annika V. Dalsgarð, forkvinna í Róðrarsambandinum, frá at kappróðurin ikki er avlýstur hóast alt.
Orsøkin er, at politiski mynduleikin hevur mælt til at varisliga lat upp fyri ítrótti, hóast tað er ein smittuvandi í hesum sambandi. Róðrarsambandið boðaði annars fyrr í vikuni frá, at tað verður ongin kappróður í ár. Hetta hevur elvt til kjak, tá eitt nú fótbólturin fer í gongd 9. mai.
Annika V. Dalsgarð, forkvinna í Róðrarsambandinum, kundi tó ikki fortelja Kringvarpinum um FM-kappróður fór at verða á Norðoyarstevnu, ella júst hvussu kabalin kemur at síggja út.