KÍ var í tungum sjógvi

Løgmanssteypið: Undirlagið í Klaksvík er ein skandala, sum ber í sær, at tað ikki ber til at spæla fótbólt, tá tað regnar

Klaksvíkingar høvdu hósdagin fyrsta høvið í ár at síggja týdningarmiklan fótbóltsdyst. Hýrurin var góður, tí meistararnir og steypavinnararnir vunnu sannførandi stórsigur móti tunnum sumbingum. Men KÍ hevði ikki høvi at vísa áskoðarunum samanhangandi fótbóltsspæl.

At siga, at spælið ikki var flótandi, hevði ikki verið rætt, men skal tað vera rætt, so skal orðið flótandi skiljast bókstaviliga. Vøllurin stóð undir í vatni, sum hann gjørdi, tá meistaraskapurin kom til høldar móti ÍF síðsta heyst.

Ikki tí, viðhaldsfólkini hjá KÍ høvdu gjørt sítt. Tá tað seinnapartin mikudagin framvegis var nógvur kavi á vøllinum, fóru tey at grava við spaka. Arbeiðið var liðugt hósnáttina klokkan tvey, men so var tað, at regnið fór at oysa niður, og fótbóltsspælararnir úr Sumba og KÍ vassaðu á vøllinum í 90 minuttir.

KÍ hevur nógvar góðar spælarar, sum trívast væl í skjótum samanspæli á jørðini. Tí er einki at ivast í, at tað var teimum til størri ampa, at líkindini ikki vóru betri, enn tey vóru.


Rógvi í støtinum

Klaksvíkingar staðfestu beinanvegin, at teir ætlaðu ikki sumbingum nakað stigið. Rógvi Jacobsen, sum hesa ferð var í álopinum, hevði skorað tvey mál, tá fimm minuttir vóru farnir. Sumbingar fingu góðar fyritreytir at koma afturíaftur, tá ein lítil hálvur tími var farin, men tað eydnaðist ikki. Ove Nysted varð rikin av vøllinum, tá hann við hondini steðgaði bóltinum, sum var á veg í málið eftir roynd frá Spasojé Biberdzic.

Dómarin dømdi brotsspark, men Gunnar á Steig bjargaði meistarliga royndini úr ellivu metrum frá René Thomsen

Heðin á Lakjuni, sum í fýra teimum fyrstu dystunum hevði skorað helvtina av málunum hjá KÍ í steypakappingini, økti til 3?0, og so var Rógvi Jacobsen aftur á blettinum. Hann skoraði tvær ferðir og serliga fjórða málið var eitt fínt langskot.

Klaksvíkingar settu unglingarnar Hjalgrím Elttør og Símun Joensen á vøllin í 2. hálvleiki. Enn hevur tað ikki eydnast Hjalgrími Elttør, sum plagar at skjóta nógv mál í yngru deildunum, at skora í 1. deild. Hesa ferð fekk hann møguleikan, tá KÍ fekk brotsspark, men Eigil Olsen í Sumba málinum bjargaði royndini úr ellivu metrum.


Fólkatrot

Sumbingar eru skerdir, tí fleiri teirra, sum hava verið fastir á liðnum seinnu árini, eru burturfrá. Her verður m.a. hugsað um Eirik Joensen og Páll Magnar Kjærbæk, sum eru skaddir, og Jan Poulsen og Dánial J. Joensen, sum hava verið burturstaddir.

Jugoslavin Nebosja Velkovic er illa skaddur í knænum. Hann er farin til hús at fáa skurðviðgerð, og teir vóna, at hann kemur aftur í summarsteðginum.

Ein nýggjur jugoslavi kom til Sumbiar langa fríggjadag. Hann eitur Sasha Tomagek. Hann er miðvallari og álopsmaður, og teir vóna, at hann verður við í fyrsta landskappingardystinum, sum verður 2. páskadag, tá vóna teir, at Eirikur Joensen eisini verður tøkur.

Í Klaksvík komu ungu og lítið royndu menninir Heini Vestergaard og Sólfinn Kjærbo inn í 2. hálvleiki.jh



KÍ?Sumba 5?0 (2?0)

1?0: Rógvi Jacobsen 4.

2?0: Rógvi Jacobsen 5.

3?0: Heðin á Lakjuni 49.

4?0: Rógvi Jacobsen 75.

5?0: Rógvi Jacobsen 78.

Reytt kort: Ove Nysted, KÍ, 29.

Dómari: Niklas á Líðarenda

KÍ: Gunnar á Steig ? Harley Bertholdsen, Jan Andreasen, Andrzej Pacek, John Ryan ? Arnold Joensen, Marek Vierzbicki, Jan Joensen ? Rógvi Jacobsen, Ove Nysted, Heðin á Lakjuni

Sumba: Eigil Olsen ? Mortan úr Hørg, Trygvi Nielsen, Marlon Kjærbo, Spasojé Biberdzic, Jón Lisberg ? Hallur Dam Joensen, Nicola Biberdzic, Hans Jákup Thomsen ? René Thomsen, Birgir Jørgensen