KÍ vant burturúr VB/Sumba

Nýggi amerikanski áleyparin hjá KÍ, Chris Cerroni, setti hol á í fyrra hálvleiki, sum tó gjørdist einasta málið undan steðginum. Eftir steðgin var tað fyrst Gunnar Nielsen, ið eftir ein returbólt skoraði til 2-0. Fáar minuttir seinni endaði eitt væl spælt álop við, at Paul Clapson økti til 3-0. Símun Joensen og Erling Fles skoraðu hvør sítt mál í endanum av dystinum, og úrslitið gjørdist sostatt 5-0 til heimaliðið.

 

Í yvirtíðini fekk Evrard Blé reyða kortið, tá ið hann heldur óneyðugt sparkaði Høgna Madsen niður mitt á vøllinum.

 

Við sigrinum vann KÍ síni fyrstu stig, meðan VB/Sumba framvegis hevur trý stig.