KÍ vann á ZFK Borec

KÍ vann 2-0 á ZFK Borec úr Makedonia. Støðan í hálvleikinum var 1-0 til KÍ.

Kvinnurnar úr Klaksvík hava í kvøld vunnið 2-0 á ZFK Borec. Rannvá Andreassen legði KÍ á odda, tá eitt stórt korter var farið av fyrra hálvleiki.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki økti Olga Kristina Hansen til 2-0. Norðlýsið veit at siga frá, at málið hjá Rannvá Andreassen var eitt sera vakurt skot.

 

Fleiri málmøguleikar vóru til KÍ, og tað er harmiligt, at KÍ ikki fekk fleiri mál, tí aftaná 7-0 sigurin hjá Everton yvir Gintra Universitetas, so var tað bert betri málmunurin hjá Gintra, sum gjørdi, at KÍ-kvinnurnar ikki fingu eitt søguligt annað pláss í bólkaspælinum í UEFA Womens Champions League.

 

Endaliga støðan í bólkinum gjørdist hendan :

 

1 Everton 3 3 0 0 23-0 +23 9 stig

-----------------------------------

2 Gintra 3 1 1 1 4-7 -3 4 stig

3 KÍ 3 1 1 1 2-6 -4 4 stig

4 Borec 3 0 0 3 0-16 -16 0 stig

 

 

Hagtøl frá dystinum í dag:

 

Borec ? KÍ 0-2 (0-1)

0-1: Rannvá Andreasen, 16.

0-2: Olga Kristina Hansen, 69.

Dómari: Leen Martens, Belgia

KÍ: Randi Wardum ? Sofía Purkhús, Ragna Patawary, Malena Josephsen, Rannvá Andreasen, Olga Kristina Hansen, Paula Mikkelsen, Fríðrún Danielsen, Sigrid Jacobsen, Oddrún Danielsen og Annika Ragna Petersen (Gunnrid Joensen, 90.)

Venjari: Erik Ernesto Nielsen