Fótbóltur
Tríggir dystir í bestu kvinnudeildini skuldu eftir ætlan spælast sunnudagin og mánakvøldið, men talan gjørdist so bara um tveir dystir.
KÍ varð fyri vikuni síðani kosin sum meistari triðja árið á rað, og sunnudagin skuldu tær so fyri fyrstu ferð síðani hetta spæla á heimavølli, tá Skála skuldi koma á vitjan. Ætlaða guillveitslan varð tó av ongum, so klaksvíkingar mugu bara brynja seg við tolið, um tey ætla sær at síggja trífaldu føroyameistararnar spæla dyst.
B68 vann bronsudystin
Á Toftum spldu B68 og HB, og í nógvar mátar liktist hetta einum slagi av bronsudysti, tó at alt enn kann henda í hesum spurninginum.
VB68 vann dystin við einum máli móti ongum, og sum skilst, so mundi hetta vera á eini góðari leið. Talan var annars um ein dyst, har stórur partur av spælinum gekk fyri seg á miðjum vølli, og tískil vóru málmøguleikarnir ikki so nógvir í tali. Einasta málið í dystinum kom tíðliga í dystinum, tá Mary-Ann Isaksen lat eitt hart skot av móti málinum. HB-málverjin hevði hondina á bóltinum, men fekk tó ikki forðað fyri skotinum.
Er stórur spenningur um bronsuna, so tykist silvurplássið mest sum avgjørt. Gaman í hevur B36 spælt ein dyst fleiri enn B68, men eftirverandi dystarskráin sær tó nakað lættari út hjá havnarliðnum. Ikki minst tí KÍ enn hevur dyst móti KÍ eftir.
Mánakvøldið spældi B36 á heimavølli móti GÍ, og tó at tað leingi stóð á gomlum nøglum, so endaði alt við tryggum heimasigri. B36 hevði yvirvágina størsta partin av dystinum, men í fyrra hálvleiki spurdust tó einki burtur úr hesum, og liðini bæði fóru tí málleys til hálvleiks. Í seinna hálvleiki bragdaði tó. Laila Enghamar sendi tvær ferðir bóltin í netið, áðrenn Súsanna Hansen stutt fyri leiklok kundi staðfesta sigurin, soleiðis at silvurmerkini framvegis bleiktra bjart hjá árstalsfelagnum úr Havn.
Úrslit:
KÍ-Skála
KÍ vann uttan dyst
B68-HB 1-0 (1-0)
1-0: Mary-Ann Isaksen
B36-GÍ 3-0 (0-0)
1-0: Laila Enghamar
2-0: Laila Enghamar
3-0: Súsanna Hansen