10-12 ára gomlu KÍ genturnar høvdu gullkrónur um hálsin, tá ið tær seinnapartin leygardagin rullaðu út úr undirsjóvartunnla munnanum við Borðoyavík. Tær komu av Argjum, har seinna FM endaumfarið hevði verið.
Talan var um sera tætta kapping, har liðini so at siga skiftust um at taka stig frá hvørjum øðrum, áðrenn tað var greitt, at KÍ hevði drigið longsta stráið.
Kappingin hjá gentum 10-12 var tøtt og spennandi. Í hálvfinalubólkunum vóru KÍ og AB fremst í eina bólkinum, og í hinum bólkinum vann B36 greitt frammanfyri ÍF. B36 stóð seg ikki so væl í finaluumfarinum, ti tær dragnaðu beinanvegin, og hini trý liðini kappuðust um at gerast føroyameistarar.
ÍF bjóðaði av
Eftir fyrra finaluumfarið, sum varð spælt í Klaksvík, lógu KÍ og AB fremst við sjey stigum. ÍF hevði trý stig, meðan B36 einki stig fekk.
KÍ og AB vóru tí favorittar undan seinna finaluumfarinum, men ÍF stóð seg sera væl á Argjum og blandaði seg upp í gullstríðið.
ÍF legði fyri at vinna 2-0 á KÍ, og tað átti at havt givið AB stóran fyrimun, men AB megnaði bara 0-0 móti B36 í fyrsta dystinum, og so var kappingin púra jøvn.
Innanhýsis dysturin millum AB og KÍ endaði málleysur. Og tá ið ÍF hevði vunnið 1-0 á B36, var møguleiki fyri trimum meistarum undan síðsta umfarinum.
Úrslitið millum ÍF og AB varð 1-1, og so gjørdist KÍ meistari, eftir at klaksvíksgentur høvdu vunnið 3-1 á B36.
Fleiri av gentunum, sum spæla á KÍ-liðnum, hava undanfarin ár vunnu pinkudeildina. Onkur av spælarunum hevur verið meistari fýra ár á rað, so tað var langt frá fyrstu ferð, at hesar gentur fingu gullmerki hongd um hálsin leygardagin.
(
Gentur 10-12
Fyrra finaluumfar í Klaksvík:
KÍ-ÍF 3-1
AB-B36 2-0
KÍ-AB 2-2
ÍF-B36 2-1
AB-ÍF 2-0
B36-KÍ 1-3
Seinna finaluumfar á Argjum
KÍ-ÍF 0-2
AB-B36 0-0
KÍ-AB 0-0
ÍF-B36 1-0
KÍ-B36 3-1
ÍF-AB 1-1
Gentur 10-12 - endaliga støðan
1. KÍ 6 3-2-1 11-7 11
2. AB 6 2-4-0 7-3 10
3. ÍF 6 3-1-2 7-7 10
4. B36 6 0-1-5 3-11 1