KÍ greiddi sína skyldu á vøllinum, men úrslitini í hinum dystunum koppaðu ikki øll rættan veg. Tí stendur KÍ eftir við ongum Europa League plássi. Tað er óiva eitt vónbrot um hugt verður eftir gongdini í seinnu hálvu, men sannleikin er at Kí hevur aftur í ár gjørt framstig frá árinum fyri.
Eisini kunnu norðoyingar fegnast um, at teir í Páll A. Klettskarð hava ein tann mest spennandi áleyparan í føroyskum fótbólti. Hann kom við trimum málum upp á 22 mál, sum er eins nógv og Clayton Soares.
Á ársveitsluni hjá KÍ var eisni avdúkað, at Atli Danielsen eisini verður at síggja í felagnum komandi ár. KÍ er eisini tað felagið, ið hevur vunnið samanlagt flest gullheiðursmerki í føroyskum fótbólti sum heild.
Tað kann gott verða, at KÍ misti í dystinum um Europa League plássini í ár, men nógv bendir á, at pílurin í KÍ peikur beint uppeftir
KÍ vann trygt
Sjálvur dysturin gjørdist ongantíð veruliga spennandi. Longu aftaná níggju minuttir legði Andy Olsen KÍ á odda. Í Klaksvík vistu tey, at fekk HB stig í Fuglafirði, so skuldi KÍ fram at vinna við fleiri enn tíggju málum fyri fáa eina betri málúrtøku enn havnarliðið.
KÍ megnaði tó ikki at leggja afturat málúrtøkuni fyrr enn í seinna hálvleiki. Tá hol kom á, so gekk tað eisini skjótt. Tað endaði við at KÍ skoraði øll átta málini – tíverri fyri teir endaði tann eini bólturin í egnum máli.
Fyri Páll A. Klettskarð mundi tað koma væl við, at hann í yvirtíðini skoraði sítt triðja mál í dystinum, og 22. í Effodeildini í ár.
Tað merkir, at hann saman við Clayton Soares hjá ÍF er mest skoraði leikarin í 2012. Í Klaksvík vilja tey gjarna síggja Páll á landsliðnum og heldur hann fram at skjóta eins nógv mál, so er ogin ivi um at bæði KÍ og landsliðið koma at njóta gott at sterka framherjanum. Tað kom heldur ikki óvart á, at framherjin gjørdist ársins leikari á KÍ veitsluni.
Páll A. Klettskarð hevur tó spælt fleiri minuttir enn Clayton Soares og tí verður tað ÍF framherjin, ið alment fær heiðurin sum toppskorari, men við sínum bara 22 árum, so er als ikki óhugsandi at áleyparin skal gera pláss fyri einum gullskógvi heima við hús.
Málið var framgongd
Leiðslan hevur í fleiri førum tosa um, at málið í ár var framgongd frá í fjør. Tá endaði felagið á einum fimta plássi við 34 stigum. Í dag hevur KÍ 45 stig á fjórða plássi og helst munnu norðoyingar iðra seg um at tað ikki bleiv til eitt Europa League plássi.
Tað er stór framgongd frá í fjør.