Tað hevur ligið í kortunum, at HB í ár skal geva KÍ kvinnunum ein skarpan gang. HB hevur mannað seg við bæði royndum og ungum gávuríkum spælarum, og undan dagsins uppgerð í Gundadali høvdu bæði KÍ og HB fingið fult í trimum teimum fyrstu umførunum.
Toppdysturin var tættur og spennandi, og tað endaði við, at KÍ vann 2-1 og harvið staðfesti sína støðu – fyribils í hvussu so er.
Malena Josephsen legði KÍ á odda miðskeiðis í 1. hálvleiki, og stutt undan steðginum bar KÍ yvirvágin økta leiðslu við sær. Tað málið skoraði Rannvá B. Andreasen.
Eftir steðgin royndi HB at svara aftur. Stutt eftir hvíldina minkaði munurin, tá ið tær úr Klaksvík vóru so óhepnar at gera sjálvmál.
HB trýsti fram ímóti dystarenda, men tað eydnaðist KÍ at halda tørn, eisini eftir at Rannvá B. Andreassen hevði sæð gula kortið fyri aðru ferð og harvið var víst av vøllinum.
- Vit vinna mikudagin
Tað sigur Allan Dybczak, venjari hjá HB, sum mikudagin skal spæla móti KÍ í steypakappignini. Hann metir ikki, at KÍ er á sama stigi, sum tær hava verið fyrr og vónar, at hansara lið kann vinna á KÍ.
- Eg havi sagt at vit tapa ikki báðar dystirnar móti KÍ. Eg gjørdi nakrar broytingar í dag og má taka ein part av tapinum á meg, men vit vinna mikudagin, sigur Allan Dybczak, sum er venjari hjá HB á triðja ári.
Bára Skaale Klakstein, sum spældi í miðverjuni hjá KÍ, metti, at KÍ samanlagt hevði verið betra liðið og tí var sigurin uppiborin. Hon metti, at KÍ kundi taka nógv við frá dystinum í Gundadali til steypadystin mikukvøldið.