1.deild kvinnur<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>
Páll Holm Johannesen<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
KÍ-kvinnurnar vóru um vikuskiftið á vitjan í Gundadali, har mótstøðuliðið var B36. Fyri góðari viku síðan taptu klaksvíkskvinnur sín fyrsta dyst í ár, og tí var tað týdningarmikið, at tær reistu seg ímóti B36. Uppreisnina fingu tær eisini, tí tá dómarin floytaði dystin av, høvdu klaksvíkskvinnur vunnið 4-2. <o:p></o:p>
<o:p></o:p>
Fyrri hálvleikur gekk javnt á, har møguleikar vóru á bæði málini. Serliga fyrstu løtuna lá væl fyri hjá B36-kvinnunum, tá 20 minuttir vóru farnir av dystinum, hevði tað eydnast teimum at skjóta tvey mál. Fyrra málið fall eftir góðar 10 minuttir. B36 roynir seg við skoti útifrá, sum KÍ-málverjin ikki fær hildið, og Súsanna Hansen fylgir upp og leggur havnaliðið á odda 1-0. Hesa løtuna var gott spæl frá báðum liðum, men B36-kvinnurnar vóru avgjørdari frammanfyri málinum. Tá 20 minuttir vóru farnir av dystinum, økti Sólva Joensen um B36-leiðsluna. KÍ- verjuleikari og málverji miskilja hvønn annan, og Sólva kemur ímillum, og ótarnað kann hon seta bóltin í netið. <o:p></o:p>
<o:p></o:p>
KÍ svarar aftur<o:p></o:p>
Eftir hetta tóku B36-kvinnurnar seg nakað aftur á vøllin, fyri at verja um leiðsluna, og hetta gav KÍ-kvinnunum betri pláss. KÍ trýstu eisini B36 nakað, og stutt fyri hálvleik, eydnaðist tað teimum at m inka um munin. Rannvá Andreasen kemur at standa væl fyri beint uttanfyri B36-brotsteigin, og við góðum skoti, minkar hon um munin. 2-1 til B36 gjørdist eisini hálvleiksstøðan í Gundadali.<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
Meðan liðini høvdu líka nógv spæl í fyrra hálvleiki, so hevði KÍ yvirvág í spæli í seinna hálvleiki. Tær vóru bæði grammari, og vunnu flestu nærdystirnar. Dysturin var avgjørt ein teimum betru í kvinnudeildini í ár, har bæði liðini royndu at spæla fótbólt, og spælferðin var høg. Hóast KÍ hevði yvirvág í seinna hálvleiki, so hildu B36-kvinnurnar fram við at spæla fótbólt. <o:p></o:p>
<o:p></o:p>
Tá 10 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, javnaði KÍ. Joan M. Joensen fær ein langa sending, og hon rennur frá B36-verjuni, og tá málverjin kemur ímóti, lyftir hon bóltin uppum hana til 2-2. Stutt eftir útjavnadi málið, var Joan M. Joensen aftur uppá spæl. Rannvá Andreasen brýtur ígjøgnum í vinstru, og finnur Joan, sum so leggur KÍ frammum. Kí hevði fleiri møguleikar at økja um leiðsluna, men tær vóru ikki nóg kaldar frammanfyri málinum. 10 minuttir fyri leiklok staðfesti Malena Josephsen KÍ-sigurin , eftir hon varð spæld leys, og vælstødd inni í B36-brotsteiginum, kundi hon okja til 4-2. <o:p></o:p>
<o:p></o:p>
Bæði úr Klaksvík og Havn verður sagt, at dysturin varð vælleilktur, og mundi vera ein av teimum heilt frægu dystinum í ár. Leikararnir tordu at halda uppá bóltin, og fá mistøk vórðu framd í dystinum. Við sigrinum endar KÍ ovast, og fær 3 stig við í endaspælið. B36 endar á øðrum plássi, og verður eitt stig aftanfyri KÍ, tá endaspælið byrjar í august.<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
Síggja fram til steypafinaluna<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
Meðan B36-kvinnurnar eru farnar í summarfrí, so skulu KÍ spæla steypafinalu á ólavsøku. Næstu 14 dagarnar binda tær fri, og so verður vant dúgliga fram ímóti steypafinaluni ímóti HB. KÍ-kvinnurnar taptu steypfinaluna í fjør, og tí verða KÍ-kvinnurnar eyka uppsettar til júst finaluna ímóti HB á ólavsøku.<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
B36-KÍ 2-4 (2-1)<o:p></o:p>
1-0 Súsanna Hansen<o:p></o:p>
2-0 Sólva Joensen<o:p></o:p>
2-1 Rannvá Andreasen<o:p></o:p>
2-2 Joan M. Joensen<o:p></o:p>
2-3 Joan M. Joensen<o:p></o:p>
2-4 Malena Josephsen