Hjá smágentum vóru KÍ og HB komin í finaluna, og hesin dysturin endaði við 2-0 sigri til KÍ. Sum tann einasti av finalunum hjá teimum yngru var dysturin spældur við Margáir í Streymnesi. KÍ vann dystin 2-0, og málini skutu klaksvíksgentur tíðliga í dystinum. Áðrenn 10 minuttir vóru spældir hevði Ásla Johannesen skorað tvey mál, og tað vóru einastu málini, sum komu í dystinum. Niclas Davidsen og Álvur Hansen handaðu heiðursmerki og steyp eftir dystin.