Við sera effektivum spælið í Leirvík, vunnu klaksvíkingar 3-1 á LíF leygardagin. Leirvíkingar høvdu bóltin meira, men við góðum kontra-fótbólti, vóru tað kortini gestirnir, sum fóru um fjørðin aftur, við øllum trimum stigunum.
Styrkt KÍ-lið
Av tí at ongin 1.deildar fótbóltur var um vikuskiftið, vóru fleiri leikarar úr 1.liðs hópinum hjá KÍ við á øðrum liðið leygardagin. Leikarar sum Erling Fles, Harley Bertholdsen, Jan Andreasen og Símun Joensen, er allir vanliga við á 1.liði, men ongin teirra var á vøllinum á Sevmýri imóti TB seinasta vikuskiftið, og tí kundu teir verða við ímóti LÍF.
Í fyrra hálvleiki var tað heimaliðið, sum hevði yvirvág í spæli, men kortini vóru tað gestirnir úr Klaksvík, sum fingu fyrsta málið í dystinum. Harley Bertholdsen brýtur ígjøgnum í vinstru, og við góðari sending finnur hann veteranin, Olgar Danielsen, sum við innarusíðuni, kundi leggja KÍ frammum 1-0. Hetta var sjeynda málið hjá Olgari Danielsen í ár.
LÍF var tætt við at fáa mál nakrar reisur í fyrra hálvleiki, men inn fór bólturin ikki, og kanska ikki heilt uppiborið vóru tað gestirnir, sum høvdu hálvleiksleiðsluna.
Í øðrum hálvleiki legði heimaliðið trýst á KÍ, men tað spurdist kortini onki mál burturúr. Í staðin kundi gestirnir økja um leiðsluna. Miðskeiðis í seinna hálvleiki fær KÍ fríspark í høgru síðu, sum John Ryan tekur. Við aftaru stong finnur John Harley Bertholdsen , sum við einum góðum skotið kundi leggja KÍ frammum 2-0.
Leirvíkingar hildu fram við at trýsta KÍ, men ein vælleikandi KÍ verja og málmaðurin gjørdu sítt til, at leirvíkingar ikki fingu nakað burturúr leikligu yvirvágini.
15 minuttir fyri leiklok fóru klaksvíkingar aftur í eitt mótálop, og við einum hegnisligum lobbara, avgjørdi Gunnleivur Biskupstøð dystin. Hetta mundi kennast sera hugtungt fyri heimaliðið, sum meginpartin av dystinum hevði leikliga yvirvág, men kortini vóru gestirnir, ið høvdu gjørt málini í dystinum.
LÍF fekk minkað um munin stutt fyri leiklok, og tað var Fróði Joensen, sum fekk seinasta fót á.
LÍF dragnar
Tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá leirvíkingum í seinnu helvt, og hava teir bert fingið eitt stig úr níggju møguligum. Skulu leirvíkingar framhaldandi vera við í kappingini um uppflyting, so skal vend koma í.
Argastu kappingarneytarnir í løtuni um eitt uppflytingarpláss , Sumba og B71, eru ávikavist 2- og 3 stig frammanfyri LÍF, so møguleikin fyri uppflyting hjá leirvíkingum er avgjørt til staðar enn.
Klaksvíkingar kunnu við sigrinum um vikuskftið, kenna seg eitt sindur tryggari í 2.deild, men tað gongur skjótt fyri seg báðar vegir, og komandi vikuskiftið fær KÍ vitjan av B36, og vinnur KÍ dystin, so eru teir við í oddinum í 2.deild.
Dysturin í tølum:
LÍF-KÍ 1-3 (0-1)
0-1 Olgar Danielsen
0-2 Harley Bertholdsen
0-3 Gunnleivur Biskupstøð
1-3 Fróði Joensen