KÍ vann Klaksvíkskappingina

KÍ vann í dag finaluna í Klaksvíkskappingini, meðan eitt eykakent NSÍ-lið vann dystin um triðja plássið ímóti Víkingi

Í dag hava avgerandi dystirnir verið spældir í árligu Klaksvíkskappingini, sum hevur verið um vikuskiftið.

 

Aftaná tær báðar hálvfinalurnar sum vóru í gjár, gjørdist greitt at finalan í dag skuldi vera millum vertirnar úr KÍ og B36, meðan NSÍ og Víkingur skuldu spæla dyst um triðja plássið.

 

Fyrst á skránni var dysturin um triðja plássið, og har fingu áskoðararnir ein serstakliga málríkan dyst at síggja. Merkisvert var tó, at eitt heldur eykakent NSÍ lið vann ímóti einum Víkinga liðið, sum manglaði fáar profilar. Endaliga úrslitið av dystinum gjørdist at NSÍ vann dystin 5-3. Hjá NSÍ skutu Petur Knudsen, Jann Martin Mortensen, Jannik Olsen og Hans Marius Davidsen, har Petur Knudsen skoraði tvey mál. Hjá Víkingi skutu Atli Gregersen, Hjalti Strømsten og Tonni Thomsen málini.

 

Í finalu dystinum, sum var millum KÍ og B36, sá eina løtu út sum um, at talan skuldi vera um ein javnan dyst, tí í hálvleikinum var støðan 1-1. Men í seinna hálvleiki dró KÍ av álvara frá, tí endaliga úrslitið gjørdist ein 4-1 sigur til KÍ. Málskjúttar hjá KÍ í finaludystinum vóru Páll Klettskarð, Hjalgrím Elttør, Semir Hadzibulic og Jóannes Bjartalíð, meðan Patrik Johannesen skjeyt málið fyri B36.

 

Úrslitini í dag:

 

NSÍ-Víkingur 5-3

NSÍ: Karstin Hansen – Jann Benjaminsen, Jóhann Gaardbo, Jann Ellingsgaard, Andri Benjaminsen – Jannik Olsen, Karl Løkin, Jann Martin Mortensen, Aron Knudsen – Jonleif Højgaard, Petur Knudsen

 

Víkingur: Elias Rasmussen – Gunnar Vatnhamar, Atli Gregersen, Hjalti Strømsten, Hanus Jacobsen – Filip Djordjevic, Hans Jørgen Djurhuus, Fróði Benjaminsen, Hans Pauli Samuelsen – Sølvi Vatnhamar – Tonni Thomsen

 

KÍ-B36 4-1

KÍ: Meinhardt Joensen – Sørmundur Kalsø, Jonas F. Rasmussen, Hørður Askham, Ólavur Niclassen – Dion B. Splidt, Semir Hadzibulic, Jákup B. Andreasen, Hjalgrím Elttør – Páll A. Klettskarð, Albert Adu

 

B36: Rói M. Hentze – Erlendur Magnusson, Andrias Eriksen, Bjarni Petersen, Gestur B. Dam – Lukasz Cieslewicz, Eli F. Nielsen, Róaldur Jakobsen, Magnus H. Jacobsen, Hannes Agnarsson – Patrik Johannesen