Fótbóltur
Seinastu tíggju árini ella so hevur Klaksvíks kappingin verið fastur táttur av upphitingini til komandi kappingarárið í fótbólti. Umframt KÍ, sum skipar fyri kappingini, er talan um tey liðini, sum í farna árinum stóðu seg best í lands- og steypakapping. Sostatt vóru tað í ár meistararnir úr HB, steypavinnararnir úr NSÍ og so GÍ, sum tóku dystin upp við KÍ, og burtur úr hesum komu so fýra hampuliga góðir venjingardystir, har liðini líka sum fingu roynt seg sjálvan.
Ymsar umstøður
Leygardagin vórðu hálvfinalurnar í kappingini so leiktar í oysandi regni. Kanska ikki bestu umstøðurnar at hugna sær á vøllinum, men kortini ikki verri enn so, at dystirnir kundu leikast.
Í eysturoyaruppgerðini millum NSÍ og GÍ bendi alt tann vegin, at NSÍ skuldi koma í finaluna, eftir at gøtumaður fyrst hevði fingið reyða kortið, og NSÍ síðani hevði lagt seg á odda 2-1, men tá gøtumenn so javnaðu stutt undan dystarloki, varð neyðugt við brotssparkskapping, og hesa vann GÍ.
Í hinari hálvfinaluni tókust arvafíggindarnir, KÍ og HB, og har var skjótt, at KÍ var omaná. Longu eftir fyrsta hálva tíma stóð 3-0 til heimaliðið, og tó at HB royndi at stríða seg inn aftur í dystin, so vendist ikki.
Soleiðis kom finalan at standa millum KÍ og GÍ, sum í vakra várveðrinum sunnudagin fóru á vøllin. Her kom einki mál ígjøgnum teir 90 minuttirnar, so fyri aðru ferð í tveir dagar skuldu gøtumenn avgera ein dyst av brotssparksblettinum. Hesa ferð var eydnan tó ikki við teimum, og saman við áskoðarunum við Djúpimýru kundu KÍ-leikararnir soleiðis fegnast um fyrsta steypið á árinum.
Dysturin um triðja plássið stóð soleiðis millum HB og NSÍ, og hendan dystin vann HB 5-2.