KÍ-Royn 3-0 (0-0)
Fótbóltur
Nú er greitt, at KÍ heldur fram við sínum liði í 2. deild komandi ár. Leygardagin var seinni uppflytingardysturin millum KÍ og Royn spældur, og eftir javnleik í fyrra dystinum vunnu klaksvíkingar greitt á heimavølli.
Úrslitið var 3-0 til KÍ, og hóast Royn var væl við í dystinum, so var úrslitið á góðari leið, tí KÍ var vandamiklari allan dystin.
Í fyrra hálvleiki kom einki mál, men tað var nær við fleiri ferðir. Eyðun Gullok Svalbard hevði bestu royndina hjá Royn, tá hann gjørdist leysur í høgru, men skotið úr spískum fór upp um málið.
KÍ kom fleiri ferðir í gjøgnum í síðunum, men tað manglaði neyvleiki í innleggunum. Eyðun Klakstein sendi hornaspark beinleiðis á tvørstongina, og fleiri ferðir var trunkaspæla í Royn-brotsteiginum eftir deyðbóltar.
Tá liðini fóru til hálvleik var støðan 0-0, og tað var nóg mikið hjá KÍ, sum við 1-1 á útivølli hevði munin orsaka av útivallarmáli.
Royn spældi varisliga. Liðið royndi at hava nógv fólk aftan fyri bóltin og so dúva upp á skjótálop. Vilmund Michelsen byrjaði einsamallur í álopinum, men fór út áðrenn hálvleik. Liðið bíðaði við at satsa, og tað var ikki fyrr enn miðskeiðis í seinna hálvleiki, at teir fluttu meira fólk fram.
KÍ vandamiklari
Í seinna hálvleiki helt KÍ fram við royndunum at fáa mál og vinna dystin. Tað eydnaðist liðnum at fáa mál stutt inn í seinna hálvleiki. Málið kom eftir bólt inn í brotsteigin. Erling Fles smekkaði til, og bólturin streyk í máið til 1-0.
Eftir málið hevði Royn leikliga yvirvág eina løtu, men tað var sjáldan at veruligur vandi var á ferð. KÍ-verjan ruddaði sum oftast burtur, áðrenn veruligur vandi stóðst av ágangandi spælinum, og málverjin hjá KÍ, Karsten Joensen, var allatíðina tryggur, tá hann legði uppí.
Njálur Niclasen hevði frísparksroynd úr 17 metrum, og onkur hornaspark skaptu eitt sindur av aftur og fram í KÍ-brotsteiginum.
Royn legði alt meira fyri fram eftir vøllinum, og tað skapti pláss í hinum endanum av vøllinum. Tað førdi eisini við sær, at KÍ økti til 2-0 tá einir 20 minuttir vóru eftir at spæla. Olgar Danielsen kom at standa púra einsamallur í brotsteiginum, og so var tað lætt hjá honum at senda í kassan.
Eftir hetta hevði KÍ fleiri kjansir, og tað endaði eisini við, at teir fingu eitt mál afturat. John Ryan stakk til Eyðun Klakstein, sum dróg inn í brotsteigin og sendi fram við málverjanum.
Úrslitið var 3-0 til KÍ, og tað ger, at klaksvíkingar eisini næsta ár hava lið í 2. deild. Royn má gera enn eina roynd at vinna plássið í 2. deild aftur.
Seinni uppflytingardystur til 2. deild
KÍ-Royn 3-0 (0-0)
1-0: Erling Fles
2-0: Olgar Danielsen
3-0: Eyðun Klakstein
KÍ vann samanlagt 4-1.