KÍ vann bronsuna

KÍ vann mikukvøldið uppgerðina um triðja plássið í unglingadeildini. Dysturin varð móti B36, og varð hesin spældur í Gøtu.
B36 hevði bóltin mesta partin av tíðini. Serliga í 1. hálvleiki vóru teir omaná, og tá fingu teir einsamalla málið. Í 6. minutti legði Carl Herup Olsen teir á odda.
B36 leiðslan helt sær til í 83. minutti. Tá javnaði Karstin Justesen eftir skjótálop. Klokkan var farin ein minutt av vanligu leiktíðini, tá ið John Hammer skoraði sigursmálið hjá KÍ. Eftir fríspark úr umleið 40 metrum setti hann høvdið undir bóltin, eftir at bólturin eina ferð hevði tikið í vøllin.