KÍ vann botndystin

Lagt var upp til ein spennandi dyst í botninum í Formuladeildini hjá monnum, tá AB á næstaftasti plássi vitjaði í Klaksvík hjá KÍ, sum liggur á áttanda plássi.

 

KÍ tók leiðsluna við máli frá Heðini á Lakjuni stutt undan steðginum, og eftir steðgin var spælið einki serligt við Djúpumýru. Nógvir nærdystir vóru í dystinum, og móti endanum kom eisini rættiligt rok í, sum endaði við, at afturvendi Atli Danielsen hjá KÍ bleiv rikin av vølli.

 

KÍ megnaði tó at halda leiðsluna allan vegin, og við sigrinum eru teir nú fimm stig framman fyri AB á næstaftasta plássi´.