KÍ vann á B68

Fótbóltur: Við einum máli í seinastu løtu vann KÍ á B68 í útsetta steypadystinum á Toftum týskvøldið. Sostatt hittast KÍ og B68 aftur í fjórðingsfinaluni

Týskvøldið eydnaðist tað endiliga at fáa avgreitt dystin millum B68 og KÍ á Svangaskarði.

Dysturin var avgerandi fyri, hvussu liðini skuldu spæla í fjórðingsfinaluni. Í stuttum skuldi KÍ vinna við í minsta lagi trimum málum fyri at vinna bólkin.

Klaksvíkingar vunnu eisini, men bert 1-0, og sostatt vann VB bólkin frammanfyri KÍ. B68 bleiv nummar trý, men sleppur eisini víðari í kappingini, har teir nú aftur skulu spæla móti KÍ.

Eftir hvat vit hava frætt av Toftum, kom KÍ illa fyri, tí eftir at hava brúkt allar sínar tríggjar loyvdu útskiftingar í hálvleikinum, bleiv liðskiparin Kurt Mørkøre skaddur í seinna hálvleiki, og tí spældu klaksvíkingar ein part av seinna hálvleiki við tíggju monnum móti teimum ellivu hjá B68.

Men kortini eydnaðist tað KÍ at vinna við einum máli, sum ungi Ove Nysted skeyt í seinastu minuttunum av dystinum.

Úrslitið hevur við sær, at VB heldur óvæntað vann bólkin við betri málmuni enn KÍ.

Vágbingar fáa í næsta umfari av kappingini heimavøll móti GÍ, og hetta er tann einasta av teimum fýra fjórðingsfinalunum, sum ikki er millum tvey lið úr sama bólki.


Fjórðingsfinalurnar longu 2. mai

Annars síggja fjórðingsfinalurnar, sum skulu spælast sunnudagin 2. mai, soleiðis út: HB-ÍF, VB-GÍ, B36-NSÍ og KÍ-B68.

Tær fýra fjórðingsfinalurnar verða avgjørdar eftir einum dysti, og hálvfinalurnar verða hesar: B36 ella NSÍ móti KÍ ella B68, og HB ella ÍF móti VB ella GÍ. Tær skulu spælast ávikavist 13. og 24. mai, og sjálv finalan verður so í Gundadali sunnudagin 4. juli.