Teir bestu hjá KÍ hava í dag tryggjað sær trý stig á Argjum ímóti teimum næstbestu hjá AB.
KÍ vann í nógva vindinum 2-0 eftir hálvleisstøðuna 1-0. Fyrra málið skoraði Henry Heinesen í 13. minutti, tá hann skoraði uppá ein retur frá málmanninum. KÍ hevði vindin ímóti í seinna hálvleiki. Tað royndu argjamenn at nýta til sín fyrimun. Ímóti endanum av dystinum hevði AB fleiri hornaspørk, men einki spurdist burtur úr. Í yvirtíðini skoraði Høgni Madsen til endaliga úrslitið 2-0 til KÍ.










