Tað gongur við rúkandi ferð hjá næstbesta KÍ liðnum. Í dag vóru teir á Skála, har tað eydnaðist at vinna 2-1. Hetta var sjeyndi landskappingardysturin, og toppliðið úr Klaksvík hevur vunnið seks dystir og spælt ein javnan.
Gestirnir undir Mýruhjalla skoraðu bæði málini undan steðginum. Í fyrra førinum var Jonn Johannesen málskjútti, eftir at Steinbjørn Olsen hevði spælt hann leysan, og í seinna førinum var tað Eivin Sørensen, sum skoraði, eftir at Aksel B. Danielsen hevði spælt hann leysan.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki minkaði heimaliðið um munin. Málskjútti var Karstin Justesen.
KÍ hevur 19 stig fyri sjey dystir, og Skála hevur trý stig fyri sjey dystir.










