Ein dystur í fremstu kvinnudeildini er spældur fyrr í dag í Klaksvík. Talan gjørdist um ein stórsigur til KÍ, sum vann ikki minni enn 26-0 á FC Suðuroy, sum er uppflytari. Støðan í hálvleikinum var 14-0.
KÍ er einaráðandi í føroyskum kvinnufótbólti og tær hava fingið eina óvanliga góða byrjan upp á hetta kappingarárið. Í dag vunnu tær 26-0 á FC Suðuroy í Klaksvík. Rannvá B. Andreasen skjeyt 11 mál, Maria K. Thomsen og Sigrid Jacobsen skutu fýra í part, Malena Josephsen trý, Elsa Maria Simonsen tvey, meðan Tove Sólheyg og Sigrun Sirdal skutu hvør sítt.
Í Gundadali vann B36 7-0 á ÍF. Tveir dystir vóru 1.apríl. AB vann 4-0 á EB/Streymi, meðan HB vann 3-1 á B68/NSÍ. Seinasti dysturin í fyrsta umfari verður ikki fyrr enn 22. apríl, tá Víkingur tekur móti Skála. Bæði annað umfar og triðja umfar verða spæld áðrenn.