KÍ hevur í kvøld vunnið 2-0 á NSÍ við Løkin í Runavík.
Páll Klettskarð legði KÍ á odda, tá 16 minuttir vóru farnir. NSÍ metti, at talan varð um eina offside-støðu, tá Páll Klettskarð varð spældur fríur. Løtu seinni varð bólturin aftur í NSÍ-málinum, men tá varð bríkslað fyri offside.
KÍ varð betra liðið í fyrra hálvleiki, NSÍ vaknaði ikki fyrrenn ímóti endanum av hálvleikinum.
Í 49. minutti økti Páll Klettskarð aftaná gott samanspæl við Henry Heinesen og Filip Djordjevic. Sami Páll Klettskarð skoraði tvey mál ímóti NSÍ, tá KÍ fyrr í ár vann 3-2 á NSÍ í effodystinum norðuri í Klaksvík. Páll Klettskarð hevur sostatt fingið fýra mál ímóti NSÍ í effodeildini í ár.
Besta royndin hjá NSÍ varð eitt dundurskot hjá Jann Martini Mortensen seint í seinna hálvleiki, sum rakti stongina.
KÍ liggur nú á fjórða plássi við 18 stigum fyri 11 dystir, meðan NSÍ liggur triðniðast við 10 stigum fyri 11 dystir.