Køvandi hond á Dalstunnilin

Gerhard Lognberg, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin


Hetta er eitt arbeiðið, sum hevur verði tosað um í nógv Harrans ár, men einki er hent.

Meðan hesu fólkini í hesu vøkru bygdini, hava verði og eru noydd at koyra hendan vandamikla vegin á vetrardegi.

Eg má siga, at tað tíð eg havi sitið á tingið, havi eg miðvíst arbeitt fyri at fáa henda tunnil í gongd. Sjálvsagt saman við eini positivari samgongu og hinum tingmanninum, og má eg siga, at hetta sá út til at fara at hepnast.

Peningur til kanningar var játtaður í 2004 og 2005. Í ár var peningur avsettur, og skuldi arbeiðið uppá vegirnar til tunnilin byrja, harvið hevði arbeiðið veruliga verði byrja. Hetta var játtað 1/1-2006, nú skriva vit áttanda mánaða, einki er byrja?

Nú skilji eg, at Yvirfriðingarnevndin hevur givið noktandi svar, at leggja vegirnar har sum Landsverk hevur teknað teir.

Hvussu tunnilin verður fíggjaður, er ikki ein trupuleiki hjá Yvirfriðingarnevndini!

Tað sum eg vil siga: Hví hevur Landsverk ikki havt Friðingarmyndugleikarnar við frá byrjan, so vegurin kom har teir vildu?

Ella er hetta bert ein máti, at leggja sína køvandi hond á eitt arbeiðið, sum er so hart tiltrongt, og eina farleið sum er lívshættsilig?

Eg meinti, at Landsverk ynskti trygd á landsvegunum. Hetta prógvar tað øvugta.

Nei, fái byrja arbeiðið, so peningurin ikki fellur burtur 01.01.2007.

Tað kundi lættliga hent, at partur av vegnum loypur í havið, og tann stóra ólukkan hendir!