KÍ uttan liðskiparan

Jonas Flindt Rasmussen ikki við móti AB – og komandi ár?

KÍ verður uttan liðskiparan og miðverjan Jonas Flindt Rasmussen sunnudagin, tá oddaliðið er á vitjan á Argjum. Hann fekk í dystinum moóti B36 sítt sjeyda gula kort í landskappingin í ár. Tað merkir, at hann fær leikbann í ein dyst.

 

Tað hevur ljóðað, at Jonas Flindt Rasmussen møguliga ikki heldur fram í felagnum komandi kappingarár. Hann hevur sáttmála fyri hetta kappingarárið, men hevur sum ein av teimum fáu ikki longt sáttmála.

 

Sjálvur ynskir liðskipari hjá KÍ ikki at úttala seg um komandi ár. Fyribils ynskir hann bara at spæla kappingarárið liðugt.

 

KÍ er tvey stig frammanfyri Víking í FM stríðnum, nú tað eru trý umfør eftir. KÍ spælir sunnudagin á Argjum móti AB, meðan Víkingur tekur móti TB í Sarpugerði.