Klaksvíkskvinnur tykjast í ár at verða í sama formi, sum tær hava verið seinastu árini. KÍ-kvinnurnar hava spælt fimm dystir í landskappingini, og tær hava vunnið allar dystirnar.
Enn hevur eingin megnað at gjørt mál ímóti KÍ, og hinvegin hevur KÍ skorað 25 mál í teimum fyrstu fimm dystunum. Um vikuskiftið var KÍ í Vági og spældi, og har vann KÍ heili 9-0.
Roknað hevur verið við, at B36 verður harðasti kappingarneytin hjá KÍ, men KÍ hevur longu vunnið á B36, og harafturat hevur B36 eisini spælt tveir dystir javnt.
KÍ liggur á odda í kvinnudeildini við 15 stigum fyri 5 dystir. B36 er nummar 2 við 11 stigum fyri 6 dystir.