KÍ trý stig

Klaksvíkingar hóðraðu undan og fara av Argjum í góðveðrinum í kvøld við 3-1 sigri.

Eftir at Gunnar Nielsen hevði lagt KÍ framum 1-0 og 2-0, minkaði Súni Fríði Barbá um munin til 2-1.

Eftir at munurin aftur var vorðin eitt mál, royndi AB at leggja trýst á fyri at javna. Tað eydnaðist ikki.

AB trýstið bar við sær, at tað gjørdist opið í AB verjuni, og Paul Clapson staðfesti 3-1 KÍ sigurin í snarálopi.