KÍ tosar við Johan

Søgurnar senda Johan Nielsen til Klaksvíkar. Formaðurin í KÍ sigur, at Johan er millum evnini, men at enn er eingin støða tikin

Venjarar

Sunnukvøldið stóð greitt, at Kurt Mørkøre ikki verður venjari hjá KÍ komandi kappingarárið, tí hann í næstum flytir til Noregs.
Leiðslan í KÍ boðaði samstundis frá, at teir hava havt onkrar følarar úti eftir nýggjum venjarum, og at teir nú eru í ferð við at kanna, hvussu møguleikarnir fyri hesum eru.

Síðani hetta hava søgurnar gingið um komandi venjaran, og tær mest álítandi av slagnum hava sent ein hin mest roynda og í øllum førum mest vinnandi føroyska venjaran til Klaksvikar.
Talan er um Johan Nielsen, sum fyri fáum vikum síðani boðaði frá, at hann ikki verður venjari hjá GÍ komandi kappingarárið. Umframt tey ellivu árini í Gøtu har europeisk luttøka hevur verið fastur táttur, hevur Johan eisini í drúgt tíðarskeið verið venjari hjá HB, har hann kanska meira enn nakar annar legði lunnar undir gyltu sjeyti- og áttatiárini hjá felagnum.
At nakað er um tosið, er lítið at ivast í, men sambært formanninum í KÍ, Gestur Hovgaard, er enn alt ov tíðliga at staðfesta, hvør verður KÍ-venjari komandi kappingarár.
- Nú eru bara tveir dagar síðani, at vit fingu endaligu boðini frá Kurt, so enn hava vit so ikki gjørt nakra avtalu við nakran venjara, segði Gestur Hovgaard, tá vit týsmorgunin royndu at fregnast um venjaraspurningin.
Spurdur beinleiðis, um KÍ hevur havt samráðingar við Johan Nielsen, sigur formaðurin, at samband hevur verið millum partarnar.
- Johan er jú ein av teimum allar bestu venjarunum, sum eru í landinum, so tað vildi verið løgið, um hann ikki taldist millum evnini, sum vit arbeiða við. Men sum sagt, so er enn alt ov stutt fráliðið til at staðfesta nakað. Veturin er langur í so máta, og rokna vit við, at hava funnið ein venjara áðrenn alt ov langt er útliðið, eru viðmerkingarnar, sum formaðurin hevur.
Ein annar venjari, sum eisini hevur verið settur í samband við KÍ, er Ion Geolgau, men hóast hann eisini hevur verið millum evnini, so tykist tað tó lítið sannlíkt, at hann skal venja KÍ komandi árið.
- Mær vitandi er Ion nú farin til Rumenia í feriu, og tað vildi verið løgið, um hann ikki hevði eina avtalu í skjáttuni á ferðini. Og tann avtalan er so ikki við KÍ, staðfestir formaðurin at enda.