Køtlum kann klippa øllum

Hárfríðkanarkvinnan Súsanna Køtlum hevur sett sær sum mál at klippa øllum fólkum har ið tey eru stødd – annaðhvørt tey eru heima við hús, á sjúkrahúsi ella á arbeiðsplássi.

Far-frisørur!

Hetta orðið skulu føroyingar nú til at læra og til at venja seg við.

Hetta er í roynd og veru ein lýsing av tí virkseminum, sum Súsanna Køtlum nú bjóðar fólki í høvuðsstaðarøkinum.

Tænastan gongur í stuttum út uppá, at Súsanna kemur á vitjan hjá fólki og ger hárið fyri tey heima við hús, á sama hátt sum tey vóru stødd í eini hárfríðkanarstovu.

Her var eingin uppgáva ov lítil og eingin ov stór. Tí, sum Súsanna sigur tað: - Hjá mær er alt møguligt. Eg átaki mær fegin allar avbjóðingar innan hárviðgerð sum positivar upplivingar og sum eina menning fyri meg sjálva!

Hon dylur ikki fyri, at hennara sergrein er innan brúðar- og veitsluhár og varandi smyrsl og nógv annað.

Eitt sereyðkenni fyri Súsannu er, at hon brúkar einans vistfrøðiligt tilfar.


Út til tey

Hóast sín unga aldur hevur Súsanna longu fingið sær drúgvar og víttfevndar royndir innan hárviðgerð.

Hon hevur arbeitt innan hetta yrkið í samfull 11 ár, millum annað á eini nútímans hárfríðkanarstovu í Frederiksberg.

Men Súsanna hevði hug at royna okkurt annað innan sítt yrki. Hon hevði nevniliga fingið eyguni upp fyri einum tørvi fyri hárviðgerð, sum mong onnur ikki høvdu: Sum far-frisørur.

- Eg sá, at tað vóru mong fólk sum ikki sjálvi kundu koma til hárfríðkanarstovu okkara. Og so hugsaði eg: Kunnu tey ikki koma til mín, jamen so kann eg bara fara til tey, greiðir Súsanna frá, samstundis sum starvsfólkini á Sosialinum eitt fyri og annað eftir fáa hárið gjørt skjótt og væl.

Hon gjørdi ikki mætari enn at stovna sítt egna virki fyri einum ári síðani, við tí í hyggju at fara heim til fólk at gera hárið.

Tað vísti seg, at stórur áhugi og tørvur var á hesi tænastuni. Nú, Súsanna er flutt til Føroyar hevði hon hug at halda fram við hesi tænastuni.


Álvarsamt og spennandi

Tá Súsanna arbeiddi sum far-frisørur í Danmark fekk hon drúgvar royndir innan mong ymisk øki og støð.

Tað vóru millum annað fólk sum vóru innløgd á sjúkrahús ella búðu á sambýlum, sum sendu boð eftir henni - ella tey sum vóru innløgd á hospice.

- Tað var nakað serligt at gera hárið á teimum, sum vóru á hospice. Hini fólkini kundi ein koma aftur og aftur til, men tá talan var um fólkini á hospice, var tað mangan so, at eg bert tá tey ta einu ferðina. Tá eg kom næstu ferð vóru tey farin hiðani av foldum!, sigur hon álvarsom.

Skipanin er hon, at fólk senda boð eftir Súsannu og so kemur hon út til fólkini, har tey eru stødd og tá tað liggur fyri hjá teimum. Hetta er ein góð skipan til virkir, stovnar og fyritøkur, sum her fáa møguleika at gera eina fasta avtalu um ein hárdag hvørja viku.

Tá Súsanna arbeiddi í Danmark vóru eisini fólk í tí fínara flokkinum, sum vóru kundar hjá Súsannu.

- Eg klipti einaferð frúuni hjá danska uttanríkisráðharranum. Hon skuldi gera sær hárið, tí hon skuldi til ein fínan døgurða hjá Margrethu drotning.

- So tú sært, at hetta er eitt spennandi arbeiði, sigur Súsanna við einum brosi.




FAKTA


Súsanna Køtlum

hevur arbeitt innan hárfríðkanar- og vakurleikayrkið í 11. Hon varð útlærd í 2000, og hevur arbeitt á nútímans hárfríðkanarstovu á Frederiksberg.

Fyri einum ári síðani fór hon undir egið virksemi sum sjálvstøðug far-frisørur í høvuðsstaðarøkinum, men møguleiki er eisini hjá fólki uttan fyri Havnina at fáa vitjan av Súsannu.

Er haraftrat útbúgvin sum kosmetikari, neglatøkningur, makeup-artistur, autoriseraður permanent makeup-artistur við útbúgving frá Long-Time-Liner.

Heimasíða www.køtlum.dk



fyri seg


citat 1

“Eg klipti einaferð frúuni hjá danska uttanríkisráðharranum. Hon skuldi gera sær hárið, tí hon skuldi til ein fínan døgurða hjá Margrethu drotning


myndir – tekstir koma seinni