KÍ til Runavíkar í kvøld

Trettanda umfar í næstbestu fótbóltsdeildini er á skránni hetta vikuskiftið, og fyrsti dysturin verður spældur longu í kvøld.

Talan er um uppgerðina í Runavík millum NSÍ og KÍ. Fyrsta bríkslið verður klokkan 19, og tað verður Petur Reinert, sum verður 23. maðurin á vøllinum.

Tað er stevna í Runavík, og í annaðkvøld fara Formula liðini hjá NSÍ og HB at spæla.