Næsti dysturin var ímóti íslendska meistaraliðnum, Vali, og tað stutta av tí langa er, at Valur var betri enn KÍ á snøgt sagt øllum økjum. Valur vann eisini dystin 6-0 eftir hálvleiksstøðuna 1-0. Sum skilst, so gekst hampiliga væl hjá KÍ undan steðginum, men í seinna hálvleiki skrædnaði fullkomiliga. Hin dysturin í bólkurin, sum var millum FC Honka og ADO den Haag, endaði við 1-0 sigri til FC Honka.










