KÍ tapti sísðta dystin

KÍ-kvinnurnar spældi í gjárkvøldið síðsta dystin í UEFA-kappingini, og mótstøðuliðið hesa ferð var finska meistaraliðið, FC Honka.

Finska liðið legði fyri sum eitt óløgi og skoraðu tvey mál tíðliga í dystinum. KÍ kom tó eitt sindur fyri seg eftir hetta, og undan steðginum minkaði Malena Josephsen um munin til 2-1. Í seinna hálvleiki var tó aftur stórur munur á liðunum, og endaliga úrslitið gjørdist 4-1 til FC Honka. Við hesum endaði íslendska liðið, Valur, á fyrsta plássið við fullum stigatali. FC Honka bleiv numamr tvey við seks stigum, meðan KÍ og Den Haag fingu eitt stig í part.