KÍ tapir á Norðoyastevnu

(Sending frá Rás2) Kendu HB- og AB-fjeppararnir, Sólbjørn Thomsen og Sjúrður Olsen tippaðu 13. umfar í effodeildini í dag

KÍ tapir, sum oftast á Norðoyastevnu, og tað gera klaksvíkingar eisini í ár. Bygma Balslev mennirnir, og kendu HB- og AB-fjeppararnir, Sólbjørn Thomsen og Sjúrður Olsen eru tó ikki samdir. Sólbjørn Thomsen væntar, at KÍ tapir, meðan Sjúrður Olsen væntar, at KÍ brýtur óndu ringrásina á Norðoyastevnu. 

 

Sæð í ljósunum av, at Víkingur hevur fleiri spælarar á skaðalistanum er tap í væntu hjá Víkingi ímóti HB sunnudagin.

 

Sólbjørn Thomsen og Sjúrður Olsen vóru seinnu gestirnir í fótbóltspanelinum á Rás2 í dag, og teir tippaðu 13. umfar í effodeildini :

 

Sunnudagin 29. mai : 

 

B68-TB klokkan 15

B36-Skála klokkan 15 (Rás2 sigur frá dystinum)

Víkingur-HB klokkan 15 (Rás2 sigur frá dystinum)

AB-ÍF klokkan 17.15 (Rás2 sigur frá dystinum)

 

Sunnudagin 5. juni :

 

KÍ-NSÍ (Rás2 sigur frá dystinum)