Klaksvík:
Tá KÍ og NSÍ hava leikt dystin um silvur og bronsumerkini leygardagin, og heiðursmerkini eru handaði, bjóðar Klaksvíkar Ítróttarfelag øllum áskoðarunum til ábit í KÍ høllini.
Karl Birgir Isaksen, formaður í Fótbóltsdeildini hjá KÍ, sigur, at áskoðararnir, sum so trúfast møta til hvønn dyst, verða ofta gloymdir, tá kappingarárið er av. Tí hevur leiðslan í KÍ tikið hetta stigið.
- Hetta er líkasum fyri at vísa okkara takksemi til áskoðararnar. Og vit vóna, at tey á henda hátt fara at kenna tað, sum tey eru ein partur av felagnum. Tí tað eru tey so avgjørt. Uttan teirra stuðul, so hevði felagið mangan verið lítið, tað er púra vist, sigur Karl Birgir.
Til matna leygardagin í KÍ høllini verður smyrjibreyð, køkur frá bakarunum í Klaksvík og kaffi. Eisini verður góðgæti frá JFK Heilsølu og sodavatn frá Føroya Bjór.