Hetta var ein góður túrur hjá klaksvíkingum í Suðuroy, og tí er einki at siga til, at lagið er sera gott í bláa ferðalagnum, sum er á veg umborð á Smyril. Bæði úrslitið hjá KÍ og fleiri av úrslitunum í hinum dystunum lagaðu seg klaksvíkingum til fyrimunar.
KÍ vann seinnapartin 2-1 ímóti Suðringum í Trongisvági. Jóannes Bjartalíð legði KÍ framum dygst undan steðginum, Jón Krosslá Poulsen javnaði, men KÍ svaraði aftur, tá ið innskifti Dion Splidt frammarlaga í høgru fekk bóltin av verjuni og legði innfyri til Albert Adu, sum skoraði sigursmálið.
Sigurin ber við sær, at KÍ eftir átta umfør er topplið við sekstan stigum, meðan Suðringar við tapinum duttu niður á fjórða plássið.
Undan hesum umfarinum var Víkingur topplið. Í dag megnaði Víkingur ikki meiri enn 1-1 í Fuglafirði. Fuglfirðingar, sum høvdu nýggja miðverju, løgdu seg framum við máli, sum Dánjal á Lakjuni skoraði eftir innlegg úr vinstru og innfyri aftur úr høgru, og ÍF var leingi omaná. Heimaliðið vísti góðan hugburð og gott avrik, men tað eydnaðist ikki at halda tørn um leiðsluna. Víkingur pressaði, og Adeshina Lawal javnaði eftir upplegg frá innskifta Andreas Lava Olsen.
Úrslitið ber við sær, at ÍF nú er aftast, og Víkingur er næstfremst - tvey stig aftanfyri KÍ.
NSÍ var sera sannførandi á heimavølli ímóti uppflytarunum í 07 Vestur, sum fýra tær undanfarnu ferðirnar høvdu vunnið átta stig. At Ken Fagerberg longu í fyrra hálvleiki noyddist av vøllinum var dyggur smeitur hjá 07 Vestur.
Úrslitið við Løkin í Runavík var 4-0 heimasigur. Klæmint A. Olsen skoraði tvey tey fyrstu málini og er nú toppskjútti saman við Jón Krosslá Poulsen hjá Suðringum. Teir hava skorað seks mál.
Miðverjin Jens Joensen økti til 3-0 eftir horna, og miðvallarin Petur Knudsen staðfesti rimmar NSÍ sigurin.
Trivaligi sigurin ber við sær, at NSÍ nú er á bronsuplássinum, meðan 07 Vestur framvegis er á sjeynda plássi.
HB fekk einki burturúr ferðini norður til Margáir. EB/Streymur, sum undan hesum umfarinum var aftast, vann 1-0. Einsamalla málið skoraði Tóki á Lofti, sum tveitti seg fram og við høvdinum sendi bóltin í málið. Arnar Dam átti innleggið.
HB spenti álopsbogan alt meiri, men tað eydnaðist ikki at fáa hol á. Heimaliðið legði nógv í verjupartin, og í skjótum mótálopum vóru heimamenninir vandamiklir.
Sigurin ber við sær, at EB/Streymur lyftir seg upp um niðurflytingarstrikuna, meðan HB hóast tapið framvegis er á fimta plássi. Nú eru seks stig fram til toppliðið KÍ, sum um eina viku fær vitjan av HB.
Skála var tvær ferðir á sigurskós á heimavølli ímóti B36. Pætur Dam Jacobsen umsetti brotsspark til mál, men Róaldur Jakobsen javnaði fyri B36. Brian Jacobsen stútaði til 2-1 eftir horna. Síðstu løtuna var B36 støðugt í álopsstøðu, og tað eydnaðist at javna. Miðvallarin Eli Falkvard Nielsen skoraði eftir horna.
At Skála fram ímóti dystarenda misti á stokkinum ber við sær, at Skála nú er á niðurflytingarplássi. B36 er á sætta plássi.
Suðringar-KÍ 1-2 (0-1)
0-1: Jóannes Bjartalíð 39.
1-1: Jón Krosslá Poulsen 65.
1-2: Albert Adu 76.
EB/Streymur-HB (1-0)
1-0: Tóki á Lofti 45.
ÍF-Víkingur 1-1 (0-0)
1-0: Dánjal á Lakjuni 56.
1-1: Adeshina Lawal 82.
Skála-B36 2-2 (2-1)
1-0: Pætur Dam Jacobsen br 16.
1-1: Róaldur Jakobsen 24.
2-1: Brian Jacobsen 42.
2-2: Eli Falkvard Nielsen 83.
NSÍ-07 Vestur 4-0 (2-0)
1-0: Klæmint A. Olsen 12.
2-0: Klæmint A. Olsen 43.
3-0: Jens Joensen 55.
4-0: Petur Knudsen 59.
Støðan eftir átta umfør
KÍ 16 stig
Víkingur 14 stig
NSÍ 13 stig
Suðringar 12 stig
HB 10 stig
B36 9 stig
07 Vestur 8 stig
EB/Streymur 8 stig
Skála 6 stig
ÍF 6 stig
Níggjunda umfar
Leygardagin 20. mai
NSÍ-ÍF
Sunnudagin 21. mai
KÍ-HB
Víkingur-TB/FCS/Royn
Skála-EB/Streymur
B36-07 Vestur










