Í dag fór næstbesta fótbóltsdeildin í summarfrí. Tríggir dystir vóru á skránni í dag, ein varð spældur mitt í vikuni, og ein varð spældur í síðstu viku, tá ið hann varð umrøddur.
Tað er KÍ, ið eftir 15 umfør fer í summarfrí sum topplið.
Klaksvíkingar vitjaðu í dag í Sørvági. Talan var um uppgerð millum 07 Vestur, sum undan hesum dystinum var á triðja plássi, og KÍ sum var topplið. Úrslitið var 1-1, og tað ber við sær, at klaksvíkingar halda summarfrí sum topplið.
07 Vestur er betri við í kappingini um uppflyting, enn vágamenn leingi hava verið. Eftir 2-0 sigurin á Tvøroyri fyri einari viku síðani og eitt stig á heimavølli í dag er 07 Vestur á triðja plássi við sama stigatali sum TB, ið er næstfremst.
TB var farorittur, tá ið tvøramenn í Leirvík vitjaðu teir næstbestu hjá Víkingi. Úrslitið var 1-1, og bæði málini vórðu skorað tíðliga í 2. hálvleiki.
Víkingur hevur sama stigatal sum bæði EB/Streymur og HB. Hóskvøldið vann HB 3-2 ímóti B68 á Svangaskarði. Aftur hesa ferð vóru toftamenn á odda tvær ferðir, og aftur hesa ferð kiksaði tað. Tað ber við sær, at B68 fer í summarfrí við tveimum stigum fyri fimtan dystir!
Gongdin hjá EB/Streymi var leingi góð. Í kvøld gekk tó einki serligt. EB/Streymur tapti 4-2 á niðara vølli í Gundadali ímóti FC Hoyvík. FC Hoyvík hevði undan hesum dystinum spælt níggju ferðir uttan at vinna fulla úrtøku.
Hóast sigurin er FC Hoyvík framvegis á niðurflytingarplássi.
15. umfar
23. juni
NSÍ-AB 2-3
1. juli
B68-HB 2-3 (2-1)
1-0: Dánjal Pauli Højgaard 2.
1-1: Yohan Borðoy br 27.
2-1: Pól Jóhannus Justinussen br 38.
2-2: Tróndur Arge 56.
2-3: Jákup Andreas Joensen 84.
3. juli
FC Hoyvík-EB/Streymur 4-2 (3-1)
0-1: Jens Jensen 4.
1-1: Jørgen Meitilberg br 23.
2-1: Bogi Hermansen 40.
3-1: Sunleif Midjord 45.
4-1: Jørgen Meitilberg 65.
4-2: Poul G. Olsen 90.
07 Vestur-KÍ 1-1 (0-0)
0-1: Bárður Heinesen 58.
1-1: Milan Pejcic 63.
Víkingur-TB 1-1 (0-0)
1-0: Ingi Sørensen br 53.
1-1: Joseph Bassene 65.
Støðan eftir 15. umfør
KÍ 31
TB 29
07 Vestur 29
EB/Streymur 22
Víkingur 22
HB 22
AB 19
NSÍ 18
FC Hoyvík 14
B68 2
16. umfar
5. august
KÍ-Víkingur
8. august
EB/Streymur-07 Vestur
AB-FC Hoyvík
TB-B68
HB-NSÍ









