Klaksvíkingar vóru í dag á Sandi, og teir fóru norður aftur sum av torvheiðum.
Tað vil ikki siga, at B71 vann øll stigini. Johan Petur Michelsen var dómari. Hann gjørdi av eftir eitt korter at bríksla dystin av, tí tað var so nógvur vindur, at tað ikki vóru líkindi at spæla fótbólt inni í Dal.
-Venjararnir og dómarin vóru samdir í at royna at spæla. Eftir fimm minuttir varð avrátt við venjararnar, at vit skuldu royna í tíggju minuttir aftrat.
Tá ið eitt korter var farið, var tað framvegis sama veður, og harvið var tað ikki møguligt at spæla fótbólt, er frágreiðingin hjá dómaranum.
Meðan tey flestu liðini hava spælt tíggju dystir, so hevur B71 bara spælt átta dystir. Enn er tað ikki avgjørt, nær útsetti dysturin ímóti 07 Vestur, sum átti at verið spældur á Sandi 17. apríl, verður spældur, og tað er ikki avgjørt, nær útsetti dysturin ímóti KÍ verður spældur.