KÍ styrkir álopið

Heimasíðan hjá KÍ skrivar, at 24 ára gamli Joe Zewe kemur til Klaksvíkar sunnudagin. Sterki amerikanski álopsspælarin hevur í tvey ár spælt í donskum fótbólti, men seinasta árið hevur hann spælt í USA. Í Danmark spældi Joe Zewe fyrst fyri 2. deildarliðið B1909, har hann skoraði nógv mál. Hetta hevði við sær, at Viborg keypi Zewe, sum hevur spælt fyri Viborg í bæði superliguni og Royal League. Í fjør gekk sáttmálin hjá Zewe við Viborg út, og síðani hevur hann spælt í USA.

 

Dreymurin hevur allatíðina verið at sloppið aftur til Europa at spæla, og nú fær hann møguleikan í KÍ. Partarnir hava gjørt eina avtalu um, at Joe Zewe skal spæla fyri KÍ restina av hesum kappingarárinum, men partarnir hava samstundis avtalað eina royndartíð fram til summarsteðgin.

 

Joe Zewe er uppvaksin í einum forstaði til Pittsburg í Pennsylvania, og hann hevur millum annað spælt fótbólt fyri Penn State. Zewe er 184 sentimetrar høgur og verður roknaður sum ein sterkur og íðin álopsspælari. Hann hevur eisini royndir sum kantspælari.