KÍ styrkir kvinnuliðið

KÍ-kvinnurnar hava í ár fingið harða mótstøðu frá B36 í oddastríðnum í bestu kvinnudeildini. Har eru tó enn nógvir dystir eftir at spæla, og til hesar hevur felagið eisini styrkt seg við tveimum av bestu føroysku spælarunum. Kristina Eyðbjørnsdóttir hevur áður spælt við KÍ, og eftir summarsteðgin verður hon aftur at síggja í felagnum. Tað sama verður Olga Kristina Hansen, sum áður hevur spælt við AB. Hon hevur seinasta árið verið á ítróttaskúla í Oure í Danmark, men sambært spælarayvirlitinum hjá FSF fer hon nú at spæla við KÍ.