Stuðlafelag
Hin 8. mei tóku klaksvíkingar í Havn stig til at stovna felag, sum hevur til endamáls at stuðla ítróttinum í Klaksvík.
Sagt verður, at menn leingi høvdu gingið og teskað í krókunum, uttan at nakað ítøkiligt tó var hent hesum viðvíkjandi. At enda var so ein bólkur, sum tók seg saman, og stovnandi aðalfundurin varð so hildin 8. mei.
Sagt verður, at limaskapurin í felagnum er rættiliga fríur. Lítlar og ongar bindingar eru á limunum, aðrar enn tær, sum endamál felagsins áseta. Fyrst og fremst er felagið ætla sum ein stuðul hjá KÍ, tað verið seg fíggjarliga og sum áskoðari, men harumframt er eisini ætlanin, at felagið skal skipa fyri hugnatiltøkum av ymsum slag, samkoyring til dystir og annað, sum fellur limunum til hugs.
Limagjaldið er ásett til í minsta lagi 25 kr. um mánaðin, og sagt verður annars, at tað sjálvandi stendur øllum í boði at gerast limir.
Í fyrstu nevnd felagsins eru Edvard Olsen, Sigmund Poulsen, Oddbjørn Joensen, Eyðfinnur Guðjónsson og Sjúrður Guðjónsson.