Tað er stórur fagnaður í KÍ leguni í kvøld. Klaksvíkingar hava við 2-0 heimasigri á Víkingi í dag lagt sjógv millum seg og næsta avbjóðaran. Stigatalvan sigur, at KÍ hevur 32 stig, og at Víkingur er næstfremst við 28 stigum.
Klaksvíkingar avgjørdu longu í fyrra hálvleiki, tá ið bæði málini vórðu skorað. Jóannes Bjartalíð og Páll A. Klettskarð hava leingi verið sera væl upplagdir, og tað vóru teir aftur ídag. Jóannes Bjartalíð legði beinanvegin heimaliðið framum, og Páll A. Klettskarð drønstútaði til 2-0, eftir at Jóannes Bjartalíð hevði lagt horna innfyri.
KÍ hevði fleiri góðar møguleikar, og víkingarnir bjargaðu á strikuni. Seinna partin av seinna hálvleiki var Víkingur fleiri ferðir í góðari støðu, men eitt nú Sølvi Vatnhamar, Hans Pauli Samuelsen og Gert Hansen misnýttu.
Meistararnir í B36 fáa sunnudagin vitjan av KÍ. Undan tí dystinum er fjarstøðan frá B36 og fram til KÍ seks stig. Í dag var undirhaldandi og væl spæld grannauppgerð í Gundadali. Tað vóru møguleikar, men hvørki HB ella B36 fingu bóltin í málið. Næst við var Sebastian Pingel, sum tvær ferðir sendi bóltin í stolpan aftanfyri HB málverjan.
NSÍ misti enn einaferð ímóti TB. Sigfríður Clementsen og hansara menn vunnu 3-1 ímóti NSÍ, sum í meiri enn ein tíma var undirmannað. Salmundur Bech setti hol á í fyrra hálvleiki, og Albert Adu var tvífaldur málskjútti – eitt í hvørjum hálvleiki – og Pól Jóhannus Justinussen minkaði um munin til 2-1. So spenti NSÍ álopsbogan, men hann brast.
NSÍ er harvið átta stig frá toppinum, og TB er fýra stig frá strikuni.
Við rimmar 4-0 sigri á B68 lyfti ÍF seg fram á fimta plássið. Dánjal á Lakjuni var tvífaldur málskjútti (seinna málið varð tó skrásett sum sjálvmál, tí tað var umvegis Hákun Edmundsson, at bólturin fór í málið), og Ari Ó. Ellingsgaard og innskifti Adeshina Lawal skoraðu eitt mál í part.
Úrslitið í Fuglafirði ber við sær, at B68 framvegis ikki hevur vunnið.
Í kvøld vann Skála 1-0 á heimavølli ímóti AB. Einsamallur málskjútti var Ari Olsen, tá ið tað restaðu tíggju minuttir. Úrslitið ber við sær, at tað nú er leyst frá AB á næstaftasta plássi og fram til Skála og TB.
KÍ-Víkingur 2-0 (2-0)
1-0: Jóannes Bjartalíð
2-0: Páll A. Klettskarð
ÍF-B68 4-0 (1-0)
1-0: Ari Ó. Ellingsgaard
2-0: Dánjal á Lakjuni
3-0: Adeshina Lawal
4-0: sjálvmál
HB-B36 0-0
TB-NSÍ 3-1
1-0: Salmundur Bech
2-0: Albert Adu
2-1: Pól Jóhannus Justinussen
3-1: Albert Adu
Reytt kort: Jann Benjaminsen, NSÍ, 24.
Skála-AB 1-0 (0-0)
1-0: Ari Olsen
KÍ 32
Víkingur 28
B36 26
NSÍ 24
ÍF 21
HB 19
TB 13
Skála 13
AB 9
B68 6
Fimtanda umfar
Leygardagin 18. juni
NSÍ-Víkingur
Sunnudagin 19. juni
ÍF-TB
B68-Skála
B36-KÍ
AB-HB