Klokkan 17 verður fyrsta bríksl í Sarpugerði í Gøtu, har Víkingur fær vitjan av KÍ.
Tað stendur nógv upp á spæl hjá báðum pørtum.
Hjá Víkingi er dagsskráin at vinna og harvið at halda tørn um møguleikan aftur at vinna rættin at spæla í Europa næsta summar.
Hjá KÍ er dagsskráin at vinna og harvið at halda tørn um møguleikan at vinna FM.
Tølini siga, at síðstu árini hava klaksvíkingar staðið seg væl í Sarpugerði. Víkingur hevur ikki vunnð fulla úrtøku á heimavølli ímóti KÍ í seks ár. 20. oktober í 2013 vann Víkingur í næstsíðsta umfari 3-0 í Sarpugerði ímóti KÍ.
Seks spælarar, sum fyri seks árum síðani vóru við til at vinna ímóti KÍ, vera eisini í dag á heimaliðnum í Sarpugerði. Ein teirra er Hanus Jacobsen, sum 20. oktober 2013 var ein av málskjúttunum. Hinir eru Atli Gregersen, Philip Djordjevic, Sølvi Vatnhamar og Heðin Hansen og Gunnar Vatnhamar, sum báðir vórðu settir á vøllin í seinna hálvleiki.
Bara tveir av teimum, sum nú eru við til at manna liðið hjá KÍ, vóru við til at tapa í Gøtu fyri seks árum síðani. Teir eru Páll A. Klettskarð og Ísak Simonsen, sum varð skiftur inn, tá ið tað restaði eitt korter.
17. mars í ár endaði tað 2-2 millum Víking og KÍ í Sarpugerði. Øll málini vórðu skorað innanfyri smáar 20 minuttir miðskeiðis í seinna hálvleiki. Víkingur var tvær ferðir á odda, og báðu ferðirnar svaraði KÍ aftur lítla løtu seinni.
Síðani 3-0 heimasigurin í 2013 hava Víkingur og KÍ níggju ferðir dystast í Gøtu. Seks ferðir er tað endað javnt, og tríggjar ferðir eru klaksvíkingar farnir við øllum stigunum.
Hjá Víkingi er Bogi Reinert Petersen tøkur aftur eftir leikbann.
Hjá KÍ eru Deni Pavlovic og Jákup B. Andreasen tøkir aftur eftir leikbann. Ísak Simonsen er darvaður av knæskaða. Tað er ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla seint seinnapartin ídag.