KÍ størsti favoritturin


Tá hugt verður at oddsunum, sum NordicBet.com gevur upp á føroysku dystirnar hetta vikuskiftið, stendur greitt, at talan er um dystir, sum í útgangsstøðinum verða mettir sum sera javnir. Eitt undantak er tó dysturin í Gundadali millum HB og VB, sum felagið ikki so mikið sum hevur á skránni. Og tað má væl saktans metast sum eitt tekin um, at HB er somikið stórur favorittur, at tað ikki loysir seg at hava teir við á skránni.
                      Men í hinum førunum verður altso roknað við tøttum uppgerðum. Tað er tó áhugavert at staðfesta, at KÍ verður roknað sum greiður favorittur, tá teir taka móti ÍF, eins og mett verður, at TB er nakað sterkari enn GÍ. Viðvíkjandi hinum báðum dystunum - í Runavík og á Eiði - verður mett, at liðini eru at kalla púrasta jøvn.
                      Oddsini til dystirnar eru hesi:
 
Dystur            1                      X                   2
TB-GÍ                      2,15                      3,30                      2,60
NSÍ-Skála                      2,40                      3,15                      2,40
KÍ-ÍF                      1,80                      3,20                      3,50
EB/S-B36                      2,35                      3,40                      2,30