KÍ spælir grís við fuglfirðingar

Meistararnir hava svomið í málmøguleikum og eru eftir fyrra hálvleik frammanfyri 4-0 ímóti ÍF

Klaksvíkingar eru væl upplagdir, nú teir í kvøld leggja síðstu dystarfyrireiking til europeisku luttøkuna um eina viku.

KÍ er frammanfyri 4-0 ímóti ÍF, sum kennist vera heilt máttleyst og einki megnar ímóti føroyameistarunum.

KÍ hevur havt bóltin nógv størsta partin av tíðini, og tað var bara einaferð heilt tíðliga í dystinum, at Philip Djordjevic, sum í kvøld er fremsti maður, var um at koma í góða støðu.

Klaksvíkingar hava verið klókir og tolnir, teir hava spælt seg til nógvar møguleikar, og teir hava skorað fýra ferðir.

Tá ið eitt korter var farið, fekk heimaliðið hol á. Jóannes Bjartalíð legði innfyri av síðulinjuni í høgru, og mitt fyri og fimm metrar úr málinum heilfluktaði Patrik Johannesen bóltin umvegis hondina á málverjanum og tvørtræið í málið.

Tveir minuttir seinni var 2-0. Patrik Johannesen legði við horna úr vinstru, og við handara stólpa var tað Odmar Færø, sum stútaði bóltin dygst inn við stólpanum.

Jóannes Bjartalíð økti til 3-0 og setti seg á ovasta máltindin, tá ið hann ein metur úr málinum og við nærra stólpa stýrdi bóltin í málið, eftir at Jóannes K. Danielsen í høgru sera snildisliga snaraði vongverjan í vinstru hjá ÍF, Gundur E. Petersen, av sær og sendi flatt innfyri.

Og í 35. minutti økti Páll A. Klettskarð til 4-0. Ólavur Niclasen legði innfyri úr vinstru, og eftir aftur og fram og ikki sannførandi verjuspæl hjá ÍF, var Páll á bóltinum og skoraði fyri 125. ferð fyri barndómsfelagið og í landskappingini.  

Tíggju minuttir undan steðginum skifti ÍF út, og fleiri rokeringar vórðu gjørdar. Hetta mundi boða frá, at byrjunaruppstillingin ikki var tann rætta, og tað hava venjararnir og ikki spælararnir ábyrgdina av. Men tað er fyrst og fremst KÍ, sum er væl fyri.

Spurningurin er, hvat KÍ fer at leggja fyri eftir steðgin.