KÍ spælir fyri møguleikanum

Í morgin klokkan 16 fer KÍ fyri fyrstu ferð nakrantíð at spæla heimadyst í Intertoto Cup kappingini. Uppgerðin verður á Svangaskarði ímóti svenska Hammarby, sum leygardagin á heimavølli vann 1-0 á KÍ.

 

- Vit fara at spæla fyri okkara møguleika. Men vit fara ikki at leypa á við nógvum fólki frammarlaga á vøllinum. Orsøkin til lutfalsliga góða úrslitið í Stokholm var, at vit lógu aftarlaga og syrgdu fyri, at leikferðin ongantíð gjørdist høg. Tað verður umleið sama uppskriftin á heimavølli, sigur KÍ venjarin Eyðun Klakstein.

 

Hóskvøldið vandi KÍ á Svangaskarði. Liðið tykist fara at síggja umleið soleiðis út í morgin, sum tað gjørdi í síðstu viku. Einasta broytingin tykist verða, at Kaj Ennigarð, sum leingi hevur verið skaddur, men sum seinastu vikurnar hevur fingið eitt sindur av dystarvenjing, hesa ferð verður í miðverjuni saman við Jan Andreasen.

 

- Vit taka hetta sum eina uppliving. Tað skal ganga ógvuliga væl, um vit skulu megna at spæla okkum í annað umfar. Sjálvandi savna vit okkum um hesa uppgávuna. Men tað er eingin ivi um, at vit hugsa nógv um landskappingardystin, sum mikukvøldið verður á heimavølli ímóti AB. Hann fer at hava ógvuliga stóran týdning fyri bæði AB og okkum, sigur Eyðun Klakstein.

 

Undan dystinum er greitt, at Charlie Davies, sum leygardagin var einsamallur málskjútti, tá ið KÍ var í Svøríki, ikki verður á liðnum hjá Hamarby í morgin. Hann er úttkin at spæla á landsliðnum hjá USA, sum í hesum døgum er við í Copa America.