Miðverjin hjá KÍ, Ahmed Mujdragic, sat uttanfyri, tá KÍ á ólavsøku tapti 2-1 fyri HB. Miðverjin hevur brotið nøsina og tað er ivasamt nær hann spælur aftur.
Les eisini: HB var sum í gomlum døgum
Ahmed Mujdragic greiddi í stuttum frá undan dystinum móti HB, at hann í seinastu venjingini fyri dystin breyt nøsina, tá hann skuldi upp at skalla, men rendi saman við øðrum spælara. Brotið var sjónligt á miðverjanum.
Ahmed Mujdragic er væl lýddur í verjuni hjá KÍ, síðani hann kom til felagið í fjør. Norðlýsið skrivar, at tað er óvist nær hann verður tøkur aftur. KÍ tapti landskappingardystin móti HB 2-1, og er nú trý stig aftanfyri Víkingi í oddastríðnum.
HB var eisini uttan ein av sínum útlendsku profilum. Alexandar Stankov hevur gjørt nýggjan sáttmála við HB, eftir at hava verið leigaður út av Viborg í fyrru hálvu av landskappingini. Tí skal uppihaldsloyvið søkjast av nýggjum, men tað er ikki komið upp á pláss enn.