Tveir av stuðulsspælarunum á kvinnuliðnum hjá KÍ fara eftir hetta kappingarárið til Noregs at royndarvenja.
Hetta skrivar lokalblaðið í Norðoyggjum, Norðlýsið, í gjár.
Tað er felagið Athen Moss, sum spælir í bestu norsku deildini, sum ætlar at hyggja nærri eftir teimum báðum spælarunum.
Rannvá og Ragna fara til Noregs mánadagin 9. oktober, og tær skulu venja við liðnum ta vikuna. Leygardagin spælir felagið ein dyst, og dagin eftir koma Rannvá og Ragna heimaftur.
Venjingin í Noregi fer fram við einum sáttmála fyri eygað.










