KÍ slapp heldur ikki

Aðra staðni á síðuni skriva vit, at FSF hevur noktað NSÍ og Skála at flyta dyst. Hetta tí grundgevingarnar fyri flytingini ikkii vórðu mettar sum nóg góðar. Sama lagna hevur eisini rakt KÍ, sum hevur ynskt at flyta sín dyst móti VB/Sumba tveir dagar. Ein flyting, sum suðuroyingarnir eisini eru sinnaðir at fremja. Orsøkin er, at KÍ-venjarin Tony Paris skuldi verða burturstaddur, tá dysturin annars skal spælast, men tann orsøkin verður heldur ikki mett sum haldgóð.