Mánakvøldið var dystur millum KÍ og FC Keypmannahavn leiktur í Klaksvík, og tað er einki dulsmál, at hetta var ein dystur, sum klaksvíkingar høvdu sæð fram til í langa tíð. Hjá klaksvíkingum er vitjanin hjá donsku meistarunum serliga forkunnug, tí at helst mætasti føroyski fótbóltsleikarin nakrantíð, Todi Jónsson úr Klaksvík, telist millum leikararnar á danska meistaraliðnum.
Klaksvíkingar omaná
Tað var bítandi kalt í Klaksvík mánakvøldið, og kanska var tað tí, at donsku leikararnir vóru so stirdir, at tað gekk so striltið hjá teimum at koma í gongd. Hinvegin vóru leikararnir hjá KÍ tendraðir frá fyrsta bríksli, og tað var sjón fyri søgn, at danmarksmeistararnir ikki høvdu væntað so mikið harða mótstøðu, sum teir nú einaferð fingu.
KÍ gjørdi eisini tað rætta í, at teir ikki løgdu seg aftur á vøllin at bíða eftir danska liðnum, men hinvegin valdu teir at spæla sítt egna álopssinnaða spæl, og tað gav eisini úrslit. Leiktir vóru ikki meiri enn slakir tíggju minuttir, tá ið 100 ára føðingardagsbarnið legði seg á odda. Klaksvíkingar fóru í skjótálop í høgru síðu, og eftir gott samanspæl millum Erling Fles og Leon Bjartalíð endaði bólturin hjá unglingaleikaranum Julian Samulsen, sum úr stuttari fjarstøðu hevði lætt við at seta bóltin í málið hjá Balazs Raboczki, ungarska málverjanum hjá FC Keypmannahavn, og so var øll áskoðarafjøldin í Klaksvík á gosi.
Annars var fyrri hálvleikur rættuliga javnur, og spælið gekk fyri tað mesta fyri seg á miðjum vølli. Álopsparið hjá FC Keypmannahavn, Alvaro Santos og liðskiparin Todi Jónsson, fingu ikki nógvar bóltar at arbeiða við, og harafturat høvdu teir báðir miðverjarnir hjá KÍ, Niclas Niclasen og Ove Nysted gott tak á teimum.báðum framherjunum.
Tað sást eisini, at donsku meistararnir ikki hava vant serliga leingi, og væntandi dystarvenjingin var eisini sjónlig. Klaksvíkingarnir vóru hinvegin væl vandamiklari, tá ið teir fóru í álop, og fleiri ferðir var rættuligur vandi á ferð, tá ið heimaliðið herjaði á. Millum annað hevði Eyðun Klakkstein, sum tykist stórtrívast á sentrala miðvøllinum, ein stóran møguleika, sum Raboczki fekk vart fyri.
Tá ið ein góður hálvur tími var leiktur, vísti KÍ eisini eitt skúladømi upp á kontrafótbólt, tá ið hann er bestur. FCK er í álopi, men klaksvíkingar vinna bóltin av teimum. Bólturin verður spældur skjótt í vinstru síðu, har Erling Fles strýkur avstað við honum. Komin væl oman ímóti brotsteiginum hjá donsku meistarunum, sendur Erling eitt høgt innlegg yvir í høgru síðu av brotsteiginum, har miðverjin Ove Nysted kom stormandi, men skallarin hjá Ova fór eitt lítið vet upp um málið. Eitt fyrimyndarligt skjótálop.
FC Keypmannahavn fekk eitt ávíst trýst í lag seinastu løtuna av fyrra hálvleiki, men hóast Toda Jónsson var nær við stutt fyri steðgin, so eydnaðist tað KÍ at halda tørn, og tí kundu klaksvíkingar fegnir fara til hálvleks við einari 1-0 leiðslu.
Skiftu alt liðið út
Í hálvleikssteðginum skifti venjarin hjá FC Keypmannahavn, Hans Backe, alt liðið hjá sær út við undantaki av høgra miðvallaranum, Michael Silberbauer, sum leikti hálvan seinna hálvleik eisini. Tað var týðuligt, at nýggju menninir hjá FCK fegnir vildu hava javnvág í málskoringina aftur, men hóast teir høvdu bóltin nógv, gjørdust teir ongantíð av álvara serliga vandamiklir framman fyri málinum hjá Jákupi Mikkelsen.
Ístaðin var seinni hálvleikur merktur av nógvum ljótum og ófantaligum spæli frá báðum síðum, og tað er einki at taka seg aftur í, at var talan um ein landskappingardyst, so hevði dómarin havt reyða kortið á lofti fleiri ferðir. Tað einu løtuna gjørdist spælið so mikið ófantaligt, at dómarin, Oddmar Andreasen, noyddist at kalla liðskipararnar báðar, Atla Danielsen hjá KÍ og Bo Svensson hjá FCK, til sín og fáa teir at sissa sínar menn.
Tað nærmasta, ið nakar kom einum máli í seinna hálvleiki, var, tá ið Erling Fles slapp leysur av verjuni hjá FC Keypmannahavn. Hetta hendi, tá ið góðir tíggju minuttir vóru eftir at leika. Erling vann ein bólt frá nýggja finska leikaranum hjá FCK, Janne Saarinen, í verjuni hjá danska liðnum, og hann slapp at renna einsamallur ímóti danska málinum. Eykamálverjin hjá FCK, Benny Gall, kom út ímóti, og hann fekk bjarga út til hornaspark.
Rætti hugburðurin
Tíðin hjá dómaranum gekk undan, og tá ið dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð, stóð tað framvegis 1-0 til KÍ á máltalvuni, og rómurin á klaksvíkingum var øgiligur. Teir høvdu júst framt eitt megnaravrik og bast donsku fótbóltsmeistarunum á Djúpumýru í Klaksvík.
Eftir ein slíkan dyst spyr man seg sjálvan eisini, hvussu tað ber til, at KÍ ikki er við í oddinum í føroysku landskappingini, tá ið teir nú hava bast bæði donsku meistarunum úr FCK og bronsuvinnarunum úr Esbjerg. Eitt er undir øllum umstøðum greitt, og tað er, at vísa klaksvíkingar sama stríðsvilja og hugburð í seinnu helvt av landskappingini, sum teir gjørdu í dystinum mánakvøldið, so verða teir fyri vist við heilt har frammi í landskappingini, tá ið tað heila verður avgjørt seinni í ár.
KÍ-FC Keypmannahavn 1-0(1-0)
1-0 Julian Samuelsen 10.










