KÍ skorar ikki mál

Tað gongur, sum øllum kunnugt, ikki væl hjá KÍ, sum nú er útsligið í steypakappingini. - Tað er ilt at siga, hvat tað er, sum er galið. Spælið er hampuligt, men alt ov fá mál fara inn í kassan hjá mótstøðuliðinum, sigur Jógvan Linklett

Fótbóltur

Leikararnir eru sjálvandi sera keddir av hesum, men tað nyttar onki. Nú má tað hyggjast frameftir. Landskappingin byrjar fyrst í mei, og um ein kann síggja nakað positivt í at vera útsligin í steypakappingini, so er tað, at leikararnir hava ikki nakran dyst at hugsa um komandi 14 dagarnar, bert venjing, heldur Jógvan Linklett.
- Leikararnir hava vant nógv og hart, so kondi manglar teimum ikki, men heldur kampvenjing. Vit komu so seint í gongd við kampvenjingarnar á vøllinum, orsakað av tí nógva kavanum, sum var sera drúgvur tíðliga í vár, sigur Jógvan Linklett.

Fekk skaða undir venjing
Og tað er ikki bert hjá KÍ liðinum, at tað gongur tann skeiva vegin. Málmansvenjarin var so óheppin at koma til skaða og slíta sær hælsinuna undir venjing herfyri.
Jógvan greiðir soleiðis frá tilburðinum:
- Eg veit ikki rættiliga, hvat hendi, men eg gjørdi faktiskt ikki so nógv annað enn at bukka meg niður. Tá hoyrdi og føldi eg eitt brak. Eg visti ikki, hvat tað var og føldi ikki so nógva pínu.
- Men tað gjørdist skjótt greitt, at eg hevði slitið hælsinuna og eg bleiv lagdur undir skurð. Og aftan á skurðviðgerðina kom pínan. Eg hevði nógva pínu í einar tveir dagar.

Skal hvíla
Hann hevur fingið boð um at taka tað róligt líka til 30. juni, so hann verður ikki nógv at síggja á fótbóltsvøllinum framyvir.
- Niðan á vøllin, tað ætli eg mær, kortini sigur hann.
- Man fær altíð rópt, um man ikki fær brúkt beinið, sigur Jógvan, sum nú skal læra seg at ganga við høkjum.
Hann skal ganga við gipsi inn til 12. juni. Restin av tíðini skal nýtast til uppafturvenjingar.
Hann sigur, at hetta kom sum eitt heksaskot.
- Eg havi vant við liðinum líka frá tí teir byrjaðu. Havi altíð hita upp og strekt væl út eftir venjingarnar. So hetta er bert nakað sum hendir, óansæð.

Málmansvenjing
Jógvan hevur, sum sagt, tikið sær av málmansvenjingini hjá KÍ í ár.
- Ja, Kurt orðaði tað við meg aftan á seinasta dystin hjá KÍ í fjør. Og so ringdi hann til mín, tá tað varð greitt, at hann skuldi vera venjari hjá KÍ hetta kappingarárið, greiðir Jógvan, sum ikki hevur roynt málmansvenjing áður, men heldur at tað er spennandi at fáast við. Hann hevur sjálvur drúgvar royndir millum málstengurnar. Hann var málverji hjá KÍ frá 1975 til hann í1987 takkaði fyri seg.
Hetta tíðarskeiðið var hann bert burtur frá 1983 til 85. Hann bleiv mettur at vera ein tann besti málverjin í Føroyum ta tíðina.
Hann heldur sjálvur, at tað er ein fyrimunur at hava ein málmansvenjara, tí tað lættir um arbeiðið hjá venjaranum. Hann heldur eisini, at tað at málmansvenjarin hevur royndir sum málverji, sjálvsagt, hevur nógv at siga.
- Um nakað er, sum málverjin ynskir at broyta, so sigur hann tað við meg. Og so tosi eg við Kurt um tað, sum so tekur avgerð, greiðir Jógvan, sum tó heldur ikki avsannar, at ein orsøk til vánaligu gongdina kann vera, at tað standa tveir óroyndir venjarar aftan fyri liðið.
frá.





-