KÍ skiftir málverja

Ein av klaksvíkingunum í Fuglafirði er so mikið skaddur, at hann neyvan verður við nógvu tær næstu ferðirnar

Tað verður nýggjur maður millum KÍ stólparnar, tá ið klaksvíkingar seinnapartin fara á vøllin í Fløtugerði í Fuglafirði. Higartil í ár hevur veteranurin Meinhardt P. Joensen vart málið. Hann stóð í málinum, tá ið næstbesta KÍ liðið í gjár vann stórsigur á heimavølli ímóti B71. Tí er tað greitt, at tað verður Kristian Joensen, sum í dag verður málverji hjá KÍ.

Kristian var skaddur undan kappingarbyrjan, og í trimum teimum fyrstu umførunum var hann málverji á næstbesta liðnum.

Higartil í ár hava fýra klaksvíkingar verið á ÍF liðnum – Poun Nolsøe Mikkelsen, Dávid Langgaard, Gunnar Christiansen og Henry Heinesen.

Tað er greitt, at Henry Heinesen verður ikki við í dag, og tað er óvist, nær hann verður tøkur aftur. Hann er plágaður av skaða í rygginum og hevur ikki vant seinastu vikuna.

Tóri Traðará, málverjin sum noyddist skaddur av vøllinum í Gøtu longu í fyrra hálvleiki í fyrsta umfari, er framvegis skaddur. Dánjal á Lakjuni er framvegis darvaður av skaða í lærkrikanum.

Hjá KÍ eru Deni Pavlovic, Ólavur Niclasen og Óli Eyðsteinsson Poulsen framvegis skaddir. Torbjørn Grytten hevur vant aftur, eftir at hann tvær tær seinastu ferðirnar hevur verið uttanfyri orsaka av vøddaskaða.

Í Fuglafirði bíða teir framvegis eftir fyrsta sigrinum síðani uppflytingina. Eftir trý umfør hevur ÍF eitt stig og málmunin 3-7. Síðsta ferðin, at ÍF vann á heimavølli ímóti KÍ, var fyri fýra árum síðani. 12. apríl 2015 var úrslitið 3-1.

KÍ hevur vunnið úrtøku allar tríggjar ferðirnar higartil í ár. Eftir javnleikir ímóti HB og Víkingi eydnaðist tað fyri viku síðani at vinna tepran heimasigur ímóti EB/Streymi.